Heimatíðindi

Magni Mohr um e-sport: "Hvar gongur markið?"

2019-01-16 07:17 Author image
Turið Justinussen

Skal nakað vera fysiskt avbjóðandi, áðrenn tað kann skilmarkast sum ein ítróttargrein, ella skal tann almenna fatanin av, hvat ítróttur er, tillagast? Magni Mohr, ítróttaserfrøðingur, heldur ikki, at e-sportur skal skilmarkast sum ein ítróttargrein

Magni Mohr, ítróttaserfrøðingur og lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, heldur ikki, at vit í Føroyum í løtuni eru til reiðar at taka ímóti e-sporti sum ítróttargrein, og orsøkina sigur hann vera hesa:

- Vit eru í eini serstøðu í Føroyum, tí vit skilja ikki ímillum hugtøkini, ítrótt og sport. Ítróttur verður allýstur sum havandi ein fysiskan komponent, og tí kvalifiserar e-sportur seg, undir ongum umstøðum, sum ítróttur.

[object Object]

Tó heldur Magni Mohr tað vera gott, at slíkt sum hetta verður tikið upp til viðgerð viðhvørt, tí hugtakið, ítróttur, og markið fyri, hvat tað fevnir um og ikki, kann tykjast ógreitt:

- Ein motionistur er ítróttarliga virkin, men kappast ikki. Ballett, ið er sera avbjóðandi fysiskt, er ikki ein ítrottargrein, men heldur ein listargrein við ítróttarligum liðum. Dart og billard verður pallsett sum ítróttur og er viðurkent av Danmarks Idrætsforbund, hóast eg ikki haldi tað vera ítróttur, greiður Magni Mohr frá.

Les eisini: Áhugin fyri e-sporti er vaksandi í Føroyum

Eggjar e-sportur til fysiskt óvirkni?
Íðkar man ítrótt ella er man fysiskt óvirkin, tá man dukar niður í knappaborði ella togar í joystikkið, ímeðan man spælir FIFA ella eitt av gitnu telduspølunum, Counter Strike: Global Offensive, Dota ella League of Legends? 

- Í mínari støðu síggi eg tað, sum hava vit eina risa stóra farsótt við fysiskum óvirkni, og at e-sportur møguliga er við til at gera hesar trupulleikar verri, sigur Magni Mohr.

Hann ásannar tó, at profilurin og fatanin av telduspælarum tykist at vera broytt, og at nógv av teimum avanseraðu spølunum hava, eins og bóltspøl, høg krøv til reaktiónsevni, rørsluneyvleika, taktikk og samskipan.

- Vit eru kanska í eini skiftistíð, men eg haldi ikki, at vit eru til reiðar at viðurkenna e-sport sum eina ítróttargrein, sigur Magni Mohr samanumtikið.

Les eisini: ÍSF um e-sport: "Vit eru ikki komin til nakra niðurstøðu"

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður