Heimatíðindi

Magni Joensen er veruligi jólamaðurin

2018-12-11 10:01 Author image
Turið Justinussen

Nógvar eru yrkisleiðirnar, men fá eru tey, ið gerast jólamenn. Dimmalætting hevur hitt ein teirra. Tað er 34 ára gamli Magni Joensen

- “Jól hevur annars ongantíð ordiliga verið eg”, sigur Magni Joensen, ið nú gongur reyðklæddur og dregur jólahýr á tey, hann hittir í Handilsgøtuni.

At vera jólamaður er at spæla sjónleik
Magni Joensen er áhugaleikari, og tað er helst tí, hann nú er vorðin jólamaður.

Í mars var Magni Joensen á einum Stanislavskij-skeiði við Gjógv, sum Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) skipaði fyri. Undirvísarin var danski sjónleikarin og dramalærarin, Hanne Jørna.

Á Stanislavskij-skeiðum, lærir ein at menna sína upptraðkan við ymiskum improvisatións- og kropsvenjingum, ið fevna um eitt nú at eygleiða og liva teg inn í lívið rundanum teg og at víðka um hugflogið og tilvitanina.

Magni Joensen greiðir frá, at luttakararnir lærdu reglurnar fyri improvisatión, og framførslan sum jólamaður, sjáldan er fyrireikað:

- "Tá man er jólamaður, skal man eisini duga at improvisera."
[object Object]
Skemt gjørdist veruleiki
Magni Joensen greðir frá, at hann og Janus Gunnarsson tosaðu saman um at skapa ein jólamann, men at hetta tó mest var sagt í skemti.  

- "Men brádliga bleiv hetta til veruleika, og vit skaptu ein nýggjan jólamann." sigur Magni Joensen við Dimmalætting, og leggur afturat:

- "Handilsgøtan manglaði ein jólamann, tí teir kommunan setir, koma ikki hagar."

Janus Gunnarsson virkar sum samskipari. Hann hevur keypt jólamannabúnan og átikið sær uppgávuna at ringja til teir ymisku handlarnar í Handilsgøtuni, sum hvør í sær spýta eitt sindur av peningi í eina pulju og soleiðis veita jólamannayrkinum hjá Magna Joensen fíggjarligan stuðul. Eisini, sigur Magni Joensen, Tórshavnar Kommunu hava stuðlað:

- Annika hjálpti til við at lita hárið og skeggið, sigur hann skemtiliga og greiðir víðari frá, at hann sostatt er hundrað prosent jólamaður allan desember mánaða.

Hetta fegnast børnini um: 

- "Tey eru von at síggja jólamenn við skeggi úr seyðaskinni ella onkrum bíligum, og brádliga síggja tey ein við veruligum skeggi. Tey royna at hála í, men siga so: “Hetta er tann ordiligi jólamaðurin.”"

At vera jólamaður burturav í desember mánaða, er eitt yrki, Magni Joensen væl tímir at røkja, og svarið tykist jaligt, tá hann verður spurdur um, um hetta verður gjørt aftur.

Hvønn leygardag fram til jóla, frá klokkan 16 til 19, er jólamaðurin, Magni Joensen at síggja á Handilsgøtuni í miðbýnum í Havn. Eisini er hann viðhvørt í Myndaboks í Doktara Jakobsens gøtu.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður