Heimatíðindi

Magn: Enn eitt ár við stórum yvirskoti

Magn: Enn eitt ár við stórum yvirskoti

(Mynd: magn.fo)

2018-05-10 10:51 Author image
Ingi Samuelsen

Oljufelagið Magn, sum selur olju frá Shell í Føroyum, hevði enn eitt gott ár í 2017. Roknskapurin vísti eitt avlop upp á 28,2 milliónir krónur. Úrslitið var eitt lítið vet lakari enn í 2016, men annars tað næstbesta úrslitið hetta seinasta tíggjuáraskeiðið. Magn er ein fyritøka, sum á hvørjum ári vinnur pengar til sínar útlendsku eigarar. Seinastu tíggju árini hevur miðalúrslitið verið 18,7 milliónir krónur um árið.

Nettosølan í fjør var 768 milliónir krónur og bruttovinningurin 115 milliónir. Í fjør vórðu 38 milliónir rindaðar út í lønum til starvsfólkið og 7,7 milliónir í skatti. 80 fólk eru í starvi hjá Pf. Magn.

12 milliónir vórðu í 2017 latnar í vinningsbýti til eigararnar. Nakað meira enn árini frammanundan, tá ávikavist 10 og 9 milliónir vórðu latnar í vinningsbýti.

Felagið keypti í 2017 fyri góðar 61 milliónir krónur í egnum partabrøvum, soleiðis at felagið nú – sambært ársfrágreiðingini eigur fyri nominelt 3,5 milliónir krónur í partapeningi, svarandi til 59,03 prosent. Kapitalpartarnir eru keyptir í 2013 og í 2015 og 2017 fyri at gera tillagingar í fíggjarsamansetingini, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.

Tað er íslendska orkufelagið Skeljungur hf. sum eigur pf. Magn. Stjóri í Magn er Johnni M. Poulsen og nevndarformaður er Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore. Hinir nevndarlimirnir í felagnum eru Gunn Ellefsen advokatur og íslendingurin Jón Díðrik Jónsson.

Kelda: Vinnuvitan.biz

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður