Í ár eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther festi tær 95 tesurnar á dyrnar í Slottskirkjuni í Wittenberg og soleiðis legði lunnar undir reformatiónina, sum eitt nú er grundarlagið undir Føroysku fólkakirkjuni. Tí verður skipað fyri almennum túri til Wittenberg í døgunum 10. – 15. mai. Upprunaliga er tað kirkjan í Gøtu, sum hevur tikið stig til túrin, sum nú er ein almennur túrur har øll, sum hava hug, kunnu koma við.
Flogið verður beinleiðis við Atlantic Airways til og frá Leipzig í Týsklandi. Flogtúrurin tekur umleið tríggjar tímar. Búð verður á 4 stjørnaðum hotelli í Leipzig.
Á skránni verða vitjanir til tey mest kendu støðini, har Luther virkaði í sínum lívi, men tó verður eisini tíð til óformellan hugna, har møguleikarnir eru fleiri. T.d. spælir Leipzig heima móti Bayern München meðan ferðaliðið er har. Annars verður sjálvandi skipað fyri andakt um morgunin og, um møguligt, fyri onkrari hugnaløtu um kvøldarnar.