Heimatíðindi

Jákup Joensen stovnar lutaleiksfelag á Glasi

Jákup Joensen Eskildsen, stigtakari (Mynd: Glasir.fo)

Jákup Joensen Eskildsen, stigtakari (Mynd: Glasir.fo)

2019-03-19 15:18 Author image
Turið Justinussen

Felag verður nú stovnað fyri næmingar á Glasi, ið eru áhugaðir í lutaleiki. Stigtakari og fyriskipari er Jákup Joensen Eskildsen úr Gøtueiði

Lutaleikur, ella rolluspæl, sum tað eitur á donskum, minnir um sjónleik, men er uttan áskoðarar og ein ítøkiligan leikpall. 

- Lutaleikur hjálpir fólki at vera kreativ, sigur Jákup Joensen, sum hevur tikið stig til at stovna eitt lutaleiksfelag á Glasi, tí hann metir, at næmingarnir á Glasi hava áhuga fyri hesum. 

Ein kanning, sum Jákup Joensen gjørdi tann 10. januar í ár, vísti nevniliga, at fleiri næmingar á Glasi annaðhvørt spæla lutaleik, hava áður spælt lutaleik, ella hava áhuga fyri at byrja at spæla lutaleik.

Kanningin vísti, at heili 51 prosent av teimum 192, ið svaraðu, søgdu seg hava áhuga fyri lutaleiks-og borðspølum. 25 prosent søgdu seg hava roynt at spælt Dungeons and Dragons fyrr, og 27 prosent av svaraðu, at tey høvdu havt hug at roynt at spælt Dungeons and Dragons á Glasi, um møguleiki var til tess.

[object Object]
Úrslit av spurnarkanningini hjá Jákupi Joensen Eskildsen.

Útgangsstøði í Dungeons and Dragons
Tað finnast alskyns lutaleiksspøl, men Jákup Joensen letur frætta, at tað kendasta er Dungeons and Dragons (stytt D&D), sum somuleiðis er spælið, næmingarnir í lutaleiksfelagnum fara at taka útgangasstøði í.

Í Dungeons and Dragons fær hvør persónur í bólkinum ein leiklut við at kasta nakrar terningar og velja, um mann eitt nú vil vera ein dvørgur, eitt menniskja, ein hálv-orkur, ein álvur, ein hálvaksin, ein dragonkind (sum er ein risavaksin flogdreki), ella um tú vilt vera ein prestur, krígsmaður, tjóvur ella gandakallur.

Tá so øll í bólkinum hava fingið ein leiklut, traðkar bólkurin inn í heimin, sum Dungeon-harrin hevur uppspunnið. Dungeon-harrin er tann, ið stýrir spælinum:

-  Spælið kann vera innan- ella uttandura, men gongur óansæð fyri seg í hugaheiminum hjá fólki. Uppgávan hjá tí, sum stýrir spælinum er tí at lýsa og greiða hinum leikarunum frá heiminum, hann hevur uppspunnið. Hann gevur leikarunum boð um, hvat hendir, altso hvørji ódjór, leikararnir skulu stríðast ímóti, hvørjir dýrgripir teir finna og so framvegis. Hann virkar sostatt sum eitt slag av viðmerkjara og dómara, sigur Jákup Joensen og greiðir frá, at hann viðhvørt er Dungeon-harri og viðhvørt leikari.

Dungeons and Dragons og lutaleikur sum heild kann spælast í ymiskan mun alt eftir lyndi, hugi og tørvi. 

- Onkur dámar væl veruliga at liva seg inní leiklutin, meðan onnur dáma best, um tey fáa greiða vegleiðing, sigru Jákup Joensen Eskildsen í samrøðu við Dimmalætting og greiðir frá, at tað eisini er ymiskt, hvussu nógva útgerð og leiktól, fólk hava.

Jákup er royndur lutaleikari
- Eg havi nokk kent til spælið so leingi eg minnist, men havi spælt tað í eini tvey ár. Tað byrjaði á Ólavsøku í 2017, tá eg tosaði við onkur vinfólk um tað, fór at lesa bøkur og gera meira burturúr, sigur Jákup Joensen Eskildsen í samrøðu við Dimmalætting.

Í frítíðini er hann sjálvur partur av fleiri lutaleikbólkum, sum hann saman við vinfólkum hevur stovnað.

- Vit royna at hittast so ofta, vit kunnu og hava tíð til. Til dømis er tað eina ferð um vikuna.

Spølini kunnu taka langa tíð, og ofta hittast lutaleikbólkarnir fleiri ferðir at spæla víðari:

- Tað kann taka fleiri dagar at spæla eitt spæl liðugt. Nógv improvisatión kann eitt nú koma afturat, sigur Jákup Joensen.

[object Object]

Í morgin, mikudagin 20. Mars kl. 13:45 verður stovnandi fundur á Bókasavninum á Glasi fyri bæði roynd sum óroynd.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður