Lønirnar renna undan prístalinum

Lønirnar renna undan prístalinum

2018-01-19 13:26 Author image
Georg L. Petersen

Fólk hava munandi meira at liva fyri í dag enn um aldarskiftið. Lønirnar á privata arbeiðsmarknaðinum eru í meðal hækkaðar munandi meira enn prístalið

Einaferð varð brúkaraprístalið brúkt sum grundgeving hjá fakfeløgunum fyri at hækka lønirnar, sum vórðu etnar upp av hækkandi prísum. Men verður hugt aftur til 2001 vísir tað seg, at føroysku lønirnar eru farnar munandi meira upp enn brúkaraprístalið, sum sigur okkum, hvussu dýrt tað er at búgva í landinum.

Lønarhækkingarnar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum hava verið rættiliga líkar tey seinastu árini, og tá er áhugavert at hyggja eftir samanberingunum millum prístal og lønarvøkstur síðan prístalið fekk gildi í 2001 og varð sett til 100. Verða lønir settar upp á sama index sæst, at lønarvøksturin er runnin undan brúkaraprístalinum hesi árini – tað vil siga, at fólk hava fingið munandi meira at gera gott við.

Lesið meira HER

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður