London Oil & Gas kann yvirtaka Atlantic Petroleum

2016-05-25 14:25 Author image
Dimma

Avtalan hevur samstundis við sær, at brúkti lánspeningurin kann umleggjast til partabrøv í Atlantic Petroleum.

Lánspeningurin er tilsamans 8 milliónir bretsk pund, tað eru slakar 80 milliónir krónur, og verður alt umlagt til partabrøv, gerst fær London Oil and Gas meirlutan í felagnum.

Haraftrat hevur London Oil and Gas rættin at velja ein nevndarlim í Atlantic Petroleum. Hetta verður gjørt í næstum, og Atlantic Petroelum fer at kalla til ein eyka aðalfund um tað beint eftir.

London Oil and Gas hevur eisini tryggjað sær, at ein serligur ráðgevur verður knýttur at nevndini. Haraftrat skal Clint Redman hava ein leiklut sum leiðari fyri Corporate Finance í Atlantic Petroleum; hann hevur frammanundan hendan leiklutin í London Oil and Gas og verður sagdur at hava 35 ára royndir innan fyri fíggjarheimin.

Sostatt eru líkindi fyri, at London Oil and Gas yvirtekur Atlantic Petroleum, sum hevur havt stórar trupulleikar í longri tíð.

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um avtaluna, tí hon aftur ger felagið virkisført.

- Avtalan tryggjar Atlantic Petroleum fígging, og ger felagið ført fyri at byrja eina nýggja seriu av loyvum. Seinastu tíðina hava vit brúkt alla orku at fáa gjaldføri og tryggja sum mest av okkara virðum í Norðsjónum. Frameftir fer Atlantic Petreleum at hyggja at øðrum møguleikum. Nýggju økini eru í Eysturevropa og Eurasia-økinum, sigur Ben Arabo.

Les eisini: Atlantic Petroleum fer eystureftir

Simon Hume-Kendall, nevndarformaður í London Oil and Gas fegnast somuleiðis um avtaluna, sum gevur teimum stórt ræði í Atlantic Petroleum:

- Vit hava ment frálík viðurskifti við Atlantic Petroleum gjøgnum seinastu seks mánaðirnar, og vit eru sera fegin um at stuðla teimum í teirra framtíðarætlan at menna nýggjar møguleikar í Eurasia Samveldinum í hesum tíðarskeiðnum hjá olju- og gassídnaðinum, sigur Simon Hume-Kendall.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður