8.mars: Niðursett tíð sæst aftur í eftirlønini

2017-03-08 11:01 Author image
Sigmund Vang

Í dag er flestum kunnugt altjóða kvinnudagur. Í áhugaverdum lesarabrævi tekur Kristianna Winther Poulsen, fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini, temperaturin á javnstøðuni í landinum, og tó at tað er hent nógv jaligt seinnu árini, so eru framvegis viðurskiftir, sum eiga at fáast upp á pláss. Millum annað vísir hon á trupulleikan við, at nógvar kvinnur vera noyddar at arbeiða niðursetta tíð, og tað gevur teimum ikki bara minni í løn her og nú, men vil eisini vísa seg, tá í tær fara av arbeiðsmarknaðinum við eini eftirløn, sum er minni enn tann hjá teimum, sum hava arbeitt fulla tíð.

- Kvinnur arbeiða í nógv størri mun enn menn niðursetta tíð, og so leingi hetta er, tí at kvinnan ynskir tað, er eingin orsøk til at gera stórvegis hóvasták burturúr. Tí arbeiðið fyri javnstøðu  snýr seg um at hava møguleika fyri at velja júst ta tilveruna, ið vit sum mennisku ynskja at liva. Tó eiga vit at hava í huga, at arbeiðir tú niðursetta tíð alt lívið, sæst hetta væl og virðiliga aftur í pensjónini, skrivar Kristianna Winther Poulsen.

At arbeiða niðursetta tíð, eigur altso at vera eitt frítt val, men soleiðis er ikki altíð, vísir Kristianna Winther Poulsen á:

- Tað er langt frá altíð, at niðursett tíð er eitt val. Alt ov ofta eru starvslýsingar at síggja, har hálv ella trífjórðingsstørv eru at fáa, og hetta serliga á økjum, har næstan bara kvinnur arbeiða. Eingin kann liva av eini hálvari løn í dagsins Føroyum, so siðvenjan at seta kvinnur niðursetta tíð, hóast tær ynskja tað øvuta, eigur at steðga.


Lesið alt lesarabrævið hjá Kristionnu Winther Poulsen HER

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður