Heimatíðindi

Løkke dregur sperðil við Gjógv

Løkke dregur sperðil við Gjógv

Teir draga sperðil, Lars Løkke Rasmussen og Mads Winther (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-07 15:30 Author image
Ingi Samuelsen

Vit eru mitt á heystartíð, og í gjár mundu vera nógv heystlomb, sum máttu lata lív, og nú eru komin upp á ásina at hanga.

Ein teirra, sum fletti við Gjógv í gjár, var Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, sum saman við føroysku konu síni, Sólrun, eigur bæði hús og jørð við Gjógv.

Lars Løkke og Sólrun vóru komin eit túr til Føroya fyri at taka sær av heystlombunum av Sáttarenni. Tey høvdu lænt kjallaran í grannahúsunum, har umstøðurnar at fletta eru góðar.

Tá myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, vitjaði í kjallaranum, høvdu tey júst flett eina ær, og vóru farin í gongd við at fletta lombini, sum mundu vera eini fýra í tali.

Mads Winther, fyrrverandi rektari í Hoydølum, var komin til Gjáar at leggja teimum lag á.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður