Leita eftir kvinnu á Støðlafjalli

2016-06-14 08:44 Author image
Jógvan Samuelsen

Løgregla og bjargingarlið hava síðan í gjárkvøldið leitað eftir einari 75 ára gamlari kvinnu í økinum við Støðlafjall og Stórafjall.

Tað váttar løgreglan fyri Dimmalætting.

- Orsøkin til nógva virksemið við Gøtueiði er, at tað hevur verið leitað síðan í gjárkvøldið eftir einari kvinnu, sum fór í hagan seinnapartin í gjár. Familjan hevði samband við hana, men misti sambandið, og tá hon ikki var komin aftur íaftur, var farið at leitað út móti kvøldið. Og tað hevur verið leitað í alla nátt, sigur vakthavandi.

Hon greiðir frá, at kvinnan er staðkend í økinum har hon gekk, og at tað ikki er óvanligt, at hon er farin í hagan einsamøll.

Familjan tosaði við konuna meðan hon var burtur. Men tá tey mistu sambandið við hana og tá hon ikki var komin aftur, tá kvøldið var komið á, kom ófriður á tey og farið var at leitað.

  
  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður