Heimatíðindi

Løgreglan kannar nú lekan frá samráðingunum

Løgreglan kannar nú lekan frá samráðingunum
2018-06-07 17:25 Author image
Ingi Samuelsen

Kanningardeidin hjá løgregluni – eisini kallað kriminalpolitiið – er nú um at vera liðug við at gera avhoyringar í málinum um lekan frá sáttmálasamráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Portal.fo kundi leygarkvøldið 19. mai klokkan 19.20 skriva, at semingsmansstovnurin var komin fram til eina semju millum partarnar, og kundi skriva, at semjan snúði seg um eina lønarhækking upp á 6,55 krónur yvir tvey ár.

Les eisini: Semja nærkast

Seinni um kvøldið varð hetta meldað til løgregluna, tí upplýsingarnir komu fram áðrenn báðir partar høvdu boðað semingsmanninum frá hvørja støðu teir høvdu til semingsuppskotið.

- Sambært Løgtingslóg um semingsstovn frá 2013 og donsku Forligsmandsloven má innihaldið í semingsuppskotinum ikki almannakunngerast fyrr enn semjan er endaliga staðfest, greiðir Hildur Hentze, leiðari á kanningardeildini frá.

Les eisini: Leki frá samráðingunum meldaður til løgregluna

Kriminalløgreglan hevur gjørt avhoyringar í málinum, og nú verður úrslitið av hesum samráðingum savnað og latið løgfrøðingum hjá ákæruvaldinum at taka støðu til hvat síðan skal henda.

Grein 11 í lógini um semingsstovn sigur, at ” Upplýsingar, tilfar og skjøl, ið semingsstovnurin hevur fingið í sambandi við samráðingar undir semingsstovnins leiðslu eru trúnaðarmál uttan so, at partarnir semjast, og upplýsingarnar ganga fram av semjuni.” Einki verður sagt í hesi lógini um revsing um lógin verður brotin.

Danska Forligsmandsloven nevnir, at brot á ta lógina verður revsað við bót ella hefti í upp til tríggjar mánaðir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður