Heimatíðindi

Lógarbroyting gloymdi trygdina í húsvognum

Tilvildarlig mynd: Visualhunt.com/Redningsselskapet

Tilvildarlig mynd: Visualhunt.com/Redningsselskapet

2019-05-31 14:31 Author image
Leif Láadal

Onkur heldur kanska, at húsvognar – ella kampingvognar, sum flest okkara siga – er eitt lítið frítíðarítriv, sum bara nøkur fá fáast við. Men so er ikki. Í dag eru einir 800 húsvognar í Føroyum, men lógarverkið hevur ikki megnað at fylgt við, tá tað snýr seg um trygd og eftirlit.

Dimmalætting skrivar hesa vikuna um manglandi heimildir í sambandi við gass-kanningar í húsvognum. Eitt øki, sum hevur ligið í andaleypi seinasti tvey árini, tí at Bygningskunngerðin, sum kom í gildi í 2017, gloymdi at taka hædd fyri trygdini í húsvognum. 

Her er brot úr greinini í Dimmalætting:

"Kunngerðin um brunaverju og brunatrygd frá 1992 gav fyrst Brunaumsjón Landsins, og seinni Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, heimild at løggilda serkønar veitarar at gera eftirlit við gassskipanum í húsvognum. Ein maður, sum er serkønur á gassøkinum, tók sær av hesum. Men tá nýggja stóra Bygningskunngerðin kom í gildi í 2017 gloymdi politiski myndugleikin at taka hesa løggilding til eftirlit við gassskipanum við. Úrslitið bleiv tí, at eingin í Føroyum seinastu tvey árini hevur havt myndugleika at geva almenna váttan til húsvognaeigarar, eftir at gassskipanin er kannað – hvørki uttanhýsis serkønur ella fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum".


Lesið meira í blaðnum. Um tú er Dimma+ haldari á netinum, kanst tú lesa alla greinina HER

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður