Mentan

Ljósareytt gentuprát

2020-02-12 09:23 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Girltalk er heitið á eini listaframsýning, sum letur upp í Víngarðinum í Havn við verkum eftir Randi Samsonsen, Silju Strøm og Hansinu Iversen. 

Gentuprát er eitt hugtak, sum hevur verið brúkt heldur niðursetandi um samskiftið millum konufólk. Gentuprát hevur verið hildið at vera óseriøst uttan týdning ella dýpd - tað bera suss og møsn á vesinum ella lítilsverdur slatur og tvætl uppi yvir endaleysum drekkamunnum. Men sum allar gentur munu vita og helst onnur við, so er júst hetta prátið ofta viðkomandi, spennandi, fjølbroytt umframt, at tað týdningarmikil partur av okkara sosiala undirstøði -soleiðis lýsa fyrireikararnir framsýningina í tíðindaskrivi.

Listaverkini á Girltalkframsýningini eru bæði sosial og ikki sosial – tey eru sera ymisk, men eru øll merkt av einum serstøkum lættleika við lutfalsliga bjørtum litum, ið tó at tey at síggja til eru brúsandi og skemtilig, kortini bera okkurt fyri brósti. Ein litur, sum er afturvendandi á framsýningini, er ljósareytt, sum kveikir sera ymislig hugasambond. Liturin hevur sína egnu mentanarsøgu líka frá endurburðartíðini til hann innan rokokkostílin í 18.øld verður nógv brúktur sum litur á kjólum í dárandi kvinnumyndum. Við tað, at ljósareytt ikki er partur av tí sonevnda additiva ælabogalitskemanum, men at liturin er blandaður upp úr reyðum og hvítum, verður hann fataður sum onkursvegna uttanfyristandandi og sofistikeraður.
Ljósareytt halda vit vera ein serliga gentuligan lit, men tað var ikki fyrr enn 2.veraldarbardaga, at ljósareyði liturin varð tilskilaður konufólkaklæðum. Ljósareytt er ein serligur litur innan poppmentan, ið síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartum bilum og klæðum, men liturin hevur eisini eina daprari søgu. Nazistarnir brúktu ljósareyðar tríkantar til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Seinni brúktu samkyndir aktivistar ljósareyða tríkantin sum symbol í stríðnum fyri javnrætti. Ljósareytt verður eisini brúkt sum feministiskur eyðkennislitur.

Randi Samsonsen brúkar ofta ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum, har hon spælir sær við litin og ymisk skap. Hon bindur, heklar, broderar og seymar síni verk, sum skulu fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri av hennara listaverkum eru bleyt og mjúk og umboða eina nýhugsan innan føroyska myndlist. Hennara standmyndir standa ikki, men hanga á vegginum, meðan hennara myndir eru okkurt slag av seymaðum relieffum. Eitt ljósareytt verk hongur á vegginum, tað er hárut og skipað í tveimum hangandi kúluskapum, sum eru antropomorf og minna um menniskjansligar likamslutir. Hetta verkið er bæði fjálgt og stuttligt og púra øðrvísi enn tað, vit hava verið von við í føroyskari list.

Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Hennara koloristisku málningar eru um somu tíð meira einfaldir og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum eins og eitt loyndarfult tekin, ið væl at merki ikki skal greinast og týðast við heilanum - tað skal sansast og fatast við øllum kroppinum. Aðrar myndir eru meira samansettar við fleiri formum, sum bylgja fram og aftur í myndarúminum. Myndirnar hjá Hansinu Iversen eru sum heild sera sansaligar, tær eru meira maksimalar enn minimalar, og tykjast í fleiri førum at vera við at bresta av ekspanderandi litflatum og eini í føroyskum høpi øðrvísi kolorismu.

Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Hennara leitan útum tað fýrkantaða myndaformatið –eisini ítøkiliga sæð, er ikki bert fagurfrøðiliga grundað, hon er relationel við atliti til onnur verk til áskoðaran og til framsýningarheildina. Koloristiskt eru hesar myndirnar vakrar, tær eru næstan lekrar sum bomm, candy floss og stríput karamellupappír. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild. Pastellitirnir sýnast kunstigir og víkja frá litdáminum í teirri siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini.

Framsýningin letur upp í Víngarðinum leygardagin 15. Februar og møguligt verður, at síggja verkini í umleið ein mánað.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður