Lívsvandi: Illgruni um at onkur loysir hjól

Mynd: Shutterstock

Lívsvandi: Illgruni um at onkur loysir hjól

2017-12-13 10:34 Author image
Leif Láadal

Dimmalætting skrivaði í farnu viku um nógvu leysu hjólini, sum fólk hava upplivað seinastu mánaðirnar.

Ikki færri enn 16 ferðir seinasta hálva árið hevur Dekkservice í Saltangará havt bileigarar á gátt, har vinstra framhjól er loysnað. Í fimm førum datt hjólið av, meðan bilurin koyrdi. Eigarin av Dekksevice sigur, at títtleikin er somikið stórur, at nógv bendir á, at onkur búrkroppur spælir eitt lívshættisligt spæl.

– Tað er okkurt sum bendir á, at talan er um herverk, sigur Jan Danielsen, stjóri hjá Dekkservice.

– Talan hevur verið um bæði kundar, sum vit hava skift dekk fyri, men eisini kundar, sum hava fingið gjørt tað á øðrum verkstøðum, sigur hann.

Jan Danielsen hevur verið nokk so varin við at gera sær nakrar niðurstøður, tí tað kann jú vera, at forkláringin er tann, at verkstaðið ikki hevur spent hjólið nóg væl, eftir at arbeiðið er gjørt. Men eftirsum tað hava verið so nógvar hendingar, og at tað altíð snýr seg um júst vinstra framhjól, so ivast hann ikki longur.

– Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt, og tí vóni eg at fólk eru sera varin, sigur hann.

Vaktleiðarin hjá politinum, John Martin Olsen, sigur við Dimmalætting, at politiið hevur fingið fleiri fráboðanir seinasta hálva árið um leys hjól, og hjól, sum eru dottin av, men higartil vísa kanningar, at tað í flestu førum hevur verið talan um bilar, sum stutt frammanundan hava fingið skift dekk ella hjól.

– Men er tað veruliga soleiðis, at talan er um ógvusligt vandamikið herverk, so sum tað kundu bent á í hesum føri, so mugu fólk fyri tað fyrsta vera varin og hyggja væl eftir, um bóltarnir eru spentir, og harafturat so skal viðkomandi, sum ger hesar ógerðir, vita, at talan er um ágang, sum kann føra til rættiliga stranga straff, um eitt óhapp hendir, sigur John Martin Olsen.


Øll greinin um leysu hjólini kann lesast í Dimmalætting, sum kom í handlarnar farna vikuskiftið og eisini á Dimma+ HER

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður