Gleðast um ymiskleikan

2016-05-20 09:59 Author image
Dimma

- Lat okkum standa saman um at vera ein fjølbroytt eind. Lat okkum gleðast um ymiskleikan. Lat okkum seta fokus á, hvat vit duga. Og hvat vit kunnu geva.

Orðini hja Katrin Dagbjartsdóttir eru helst sera rámandi fyri tað, sum Meginfelag teirra, ið bera brek, vil seta á dagsskránna, nú tey halda 35 ár fyri, at MBF var sett á stovn.

MBF hevur bjóðað øllum til ráðstevnu við heitinum "Lívið hevur litir" í Norðurlandahúsinum seinnapartin, har fokus verður sett á ymiskleikan og rættin hjá teimum, ið bera brek.


Tá øll gleddust saman

Millum teirra, sum fara at siga nøkur orð er Katrin Dagbjartsdóttir, sum veruliga gjørdist kend fyri 31 árum síðan, tá ið hon saman við Kristinu Næs og Tóru við Keldu kom aftur av OL við medaljum um hálsin.

Katrin Dagbjartsdóttir minnist, hvussu fólk frøddust, at samanhaldið var stórt, og at Føroyar gleddust í felag. Nú er nærum kvirt, tá ið fólk við skerdum førleika koma aftur av kappingum, og tí heldur hon okkurt vera broytt. Hon mælir til, at vit finna aftur til ta felagskensluna, sum tær upplivdu á sinni.

- Øll hava eina tráðan eftir at hoyra til. Vit gera beint øvugt tí. Vit diagnostisera og vit brekgera. Vit fara fullkomiliga skeivan veg. Sjálvandi eru diagnosur ómetaliga týdningarmiklar fyri summi foreldur. Men eg haldi absolutt, at vit skulu vera varin á hesum økinum. Vit skulu minnast til, at tá vit gera fólk serlig, so kunnu tey fáa eina kenslu av ikki at hoyra til, sigur Katrin Dagbjartsdóttir.

Hon er nú komin við einum uppskoti um, at vit strika orðið “brekað” sum lýsing fyri fólk, sum hava skerdar førleikar.

- Strikið orðið brek. Eingin vil kennast við orðið. Eingin vil hava tað spjaldrið. Orðið verður brúkt niðrandi. Børn og ung og vaksin eru farin at brúka tað um brekaðan tónleik. Brekaða atgongumerkjasølu. Alt er brekað og býtt, sigur Katrin Dagbjartsdóttir, sum skjýtir upp at brúka onnur orð í staðin, til dømis rørslutarnað, virkistarnað ella menningartarnað.


Eg eri tann sami

Suni í Hørg, ið gjørdist kendur fyri sína serligu sjarmu í sendingini “Viljin til lívið”, verður eisini við á degnum í dag, har hann fer at greiða frá síni søgu og støðu. Hann kom út fyri arbeiðsóhappi, datt 9,5 fimm metrar niður og knallaði høvdið í betong.

- Eg vænti tað eru fá, sum høvdu yvirlivað eitt slíkt fall, so eg eri glaður um at vera á lívi. Eg eri akkurát tann sami, sum eg var áðrenn, sigur Suni í Hørg, sum er vorðin kendur fyri sítt skemt og spei.

Hann misti sjónina av fallinum, men droymir enn um at uppliva tað frælsið aftur, sum hann kendi, tá ið hann spældi fótbólt.

- Man venur seg ikki við, at støðan er sum hon er. Tað tekur nógv ár at venja seg við tað, sigur hann og hevði ynskt, at fólk dugdu betur at møta sær, nú hann er vorðin mest sum blindur av fallinum.

- Her í Føroyum ganga fólk heldur rundan um fleiri bygningar fyri at sleppa undan at møta tær. Heldur enn bara at møta tær. Eg eri akkurát tann sami sum áðrenn, sigur Suni í Hørg millum annað.

Umframt Suna og Katrin, fara Kristianna Sjóvará og Bárður Persson at siga sína søgu í Norðurlandahúsinum. Kristianna Sjóvará hevur fingið staðfest sclerosu, og tað hevur broytt hennara gerandisdag. Bárður Persson fer at tosa um gerandisdagin eftir tunglyndi.

 

Lívið hevur litir

Í sambandi við at MBF hevur 35 ár á baki verður kallað til ráðstevnuna Lívið hevur litir.

Skráin verður fjølbroytt, núverandi og fyrrverandi formenn fáa orðið, Rigmor Dam og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnur, seta orða á, hvørjar ætlanir eru fyri brekøkið komandi árini.

At enda verður eisini bók framløgd, Lukka, sum á ein lættan hátt upplýsir um rættindini hjá teimum, ið bera brek. Tiltakið byrjar kl. 12.30 og verður einar tríggjar tímar.

   

   

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður