Heimatíðindi

Livandi jólatræ í Søldarfirði

2018-12-24 15:15 Author image
Ingi Samuelsen

Í Søldarfirði er tiltikið, at har veksur væl. Bygdin er kend fyri síni mongu stóru trø.

Harvið hevur bygdin í ár eisini kunnað gjørd vart við seg við einum grønum átaki. Bygdarfólkið ynskti nevniliga ikki at eitt felt útlendskt jólatræ varð sett upp í bygdini. Ístaðin valdu tey at príða eitt av vøkru trøunum, sum standa kring hugnaliga spæliplássið í bygdini.

Talan er um eitt valvaksið grannatræ, sum er frá tá viðarlundin varð plantað á vári 1990.

Á profilinum Spæliplássið í Søldarfirði á Facebook ber til at síggja fleiri myndir av hesum hugnaliga bletti við Skálafjørðin.

[object Object]
Tey planta viðarlundina í mai 1990
 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður