Heimatíðindi

Lítil vandi fyri coronavirusi í Føroyum

2020-02-12 14:05 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í desember 2019 var fyrsti tilburðurin av einum higartil ókendum coronavirussi staðfestur og síðani eru tilburðirnir alsamt vaksnir. Sambært nýggjastu tølunum frá WHO eru nú umleið 43.000 staðfestir tilburðir kring heimin.

Humane coronavirus (Cov) er felagsheiti fyri eina rúgvu av virussum, sum fevna um andaleiðssjúkum, ið kunnu elva til alt frá vanligtum krími til meira álvarsligar andaleiðssjúkur. Coronavirus er vanligt og flestu av okkum koma í kontakt við vanligu CoV minst einaferð í lívinum.
Coronavirussini eru smittaði frá djóri til menniskja og nógv slík virus eru at finna í djórum og sum ikki smitta menniskju. Tað er meiri sjálsamt, at smittan millum djór og mennisku kemur fyri, men hesar eru oftast álvarsligar. Av hesum kunnu nevnast SARS, sum varð smitta av tevkøttum í Kina í 2003, og MERS, ið kom frá dromedarum í Saudi Arabia í 2012.
Nýggjasta í hesum er coronavirussið, COVID-19, sum varð staðfest í Whuan, Kina í desember 2019. Enn hevur man ikki funnið fram til nágreinuligu orsøkina, men staðfest er, at sjúkan byrjaði á sjógæti matmarkaðinum í Whuhan, sum selur fisk og livandi djór. Nú gongur smittan millum fólk.

Í alt eru umleið 43.000 tilburðir staðfestir kring heimin sambært nýggjastu tíðindum frá WHO, í Kina eru 42,708 smittaði, sum man veit um, har 1017 fólk eru deyð av sjúkuni. 393 aðrir tilburðir eru staðfestir í 24 londum. Ein deyðstilburður hevur verið uttan fyri Kina.

Vanligu sjúkueyðkennini av COVID-19 eru turrur hosti, febur og andaneyð. Fyri summi kann sjúkan raka álvarsamari við lungnabruna ella nýrasvig, og í sjáldsomum tilburðum kann sjúkan gerast deyðilig. Tað vísir seg, at gomlu fólk og fólk við álvarsligum sjúkum eru verri fyri at verja seg í móti hesum coronavirussinum.

Tá alt hetta so er sagt, merkir tað ikki, at húsdjórið hjá tær, ein pakki úr Kina ella vanligt krím kann smitta teg við COVID-19. Fyri at smittast skalt tú hava verið í kontakt við ein annan COVID-19 smittaðan persón. Tilburðirnir staðfestir í Kina benda allir á at koma frá sama staðið - matmarknaðinum í Wuhan, og sjúkan hevur síðani spreitt seg gjøgnum fólk, ið antin hava verið í smitturaktaøkinum, ella hava verið í sambandi við fólk, ið hava verið har. Tey smittaðu uttanfyri smitturaktaøki, eru fólk, sum antin hava ferðast úr Kina, ella hava verið í tættari kontakt við ferðandi haðani frá.

Sambært danska heilsustýrinum er ikki neyðugt at vera eyka varin við kontakt við ferðandi úr Kina, tí vandin er lítil fyri, at tey bera smittuna. Tó mælir danska uttanríkisráðið frá at ferðast óneyðugt til Kina.

Arbeitt verður við at finna eina koppsetan móti COVID-19, men hetta tekur sína tíð. Í meðan verður mælt til at nýta vanligt vit og skil og verja seg sum vanligt er ímóti krími, t.e. ikki at vera ov tætt at fólki, sum hostar ella nýsir, sjálvur hosta ella njósa í albogan ella í eitt papír, og nýta vanliga hondreinføri og vaska hendur í sápu ella hondspritti.   

 

Her sæst upplýsing frá WHO um virussið 

Les leiðbeiningina frá Sundhedsstyrelsen her 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður