Listprýðing av nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu

Listprýðing av nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu

2017-07-18 10:33 Author image
Leif Láadal

Eysturkommuna hevur skrivað undir avtalu við Jens L. Thomsen um listprýðing av nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu. Talan er um heldur øðrvísi listprýðing við brúk av video- og ljóðlist, ið kann síggjast og hoyrast uttanífrá, upplýsir kommunan á heimasíðu síni.

Í býráðssalinum er eitt op í gólvinum, har til ber at eygleiða ánna. Ætlanin er at hava ljós í ánni, sum lýsir úr vatninum upp gjøgnum opið í gólvinum og teknar livandi endurspeglingar av ánni á loftið í salinum. Video- og ljóðlistaverkið tekur listarligt støði í ljósinum, ið kemur gjøgnum opið. Til tess at skapa eina heildarmynd verða video- og ljóðupptøkur gjørdar av vatni og náttúru kring Eysturkommunu.

Tøknin verður gjørd so duld og anonym sum gjørligt við at varpað myndirnar upp á veggin í móttøkuni og at brúka nýtøkniligar hátalarar, ið gera, at ljóðið strálar av glasfasaduni. 


Kelda: Eysturkommuna.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður