Heimatíðindi

Listarligt arbeiði er eisini veruligt arbeiði

Klara Johannessen (foto)

Klara Johannessen (foto)

2020-07-14 09:58 Author image
Katrin Johannessen

Ung í listarligum arbeiði mála í hesum døgum á Fiskastykkinum í Klaksvík. Verkætlanin er partur av ung í arbeiði og er eitt úrslit av einum samstarvi millum Klaksvíkar kommunu og Íverksetanarhúsinum. Mentamálaráðið hevur eisini veitt stuðul. 

Umframt Katrinu Rógvadóttir, ið er listafólk og arbeiðsleiðari, so arbeiða eisini 9 ung við verkætlanini.

-Har var stórur áhugi hjá teimum ungu at vera við. Vit fingu fleiri umsóknir enn vit høvdu pláss til at seta í starv. Vit fingu tó loyvi at fáa ein eyka við, sigur Katrina Rógvadóttir.

Tey hava fingið eina bundna arbeiðsuppgávu, har tey skulu mála eitt mynstur, landslagið har um leiðir og fólkini, sum arbeiddu á Fiskastykkinum fyrr, soleiðis sum tey ímynda sær, at tey sóu út. 

Katrina Rógvadóttir hevur tilætlað tað, sum málað verður, men tey ungu eru eisini sloppin at ávirka úrslitið.

-Tað vit mála er úfrá einari standmynd av Archibald Black, ið hevur staðið her í góð 30 ár. Hon umboðar tó bert ein brotpart av søguni um Fiskastykkið og hevur sjálvandi ikki atlit til hvat gongur fyri seg við Fiskastykkið í dag. Tey ungu hava ført málningin ymiskar kósir, sum eg ikki eingond hevði hugsað mær, sigur Katrina Rógvadóttir.

[object Object]

Í ár er fyrsta árið við ung í listarligum arbeiði. Hendan verkætlanin var upprunaliga partur av einari verkstovu, men ímeðan korona kreppan stóð á, so vóru tey noydd at hugsa øðrvísi enn áður og gjørdu av, at tað skuldi vera partur av ung í arbeiði. 

-Tankin við ung í arbeiði, sum heild er, at tey ungu skulu koma í kontakt við arbeiðsgevarar. Soleiðis kunnu tey ungu læra frá fólkum við meir royndum enn tey innan ymisk størv. Í hesum førinum læra tey um myndlist frá Katrinu. Hon hevur millum annað undirvíst teimum í ymiskum tekniskum og nú hava tey møguleika at royna teknikkin av. 

-Tað er eisini umráðandi at vísa hvussu fjølbroyttur arbeiðsmarknaðurin er. Listarligt arbeiði er eisini veruligt arbeiði, sigur Durita Samuelsen, samskipari av Ung í arbeiði.

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður