Mentan

Listaframsýning við Øssuri Mohr: "Nógv er hent í málningunum"

Mynd: Øssur Mohr

Mynd: Øssur Mohr

2018-12-28 16:36 Author image
Turið Justinussen

Seinastu árini er listin hjá Øssuri Mohr vorðin meira abstrakt, og leygardagin 5. januar byrjar framsýning við nýggju listaverkunum á myndlistasavninum, Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn

Listamaðurin, Øssur Mohr er føddur í 1961 í Fuglafirði. Hann byrjaði at mála miðskeiðis í 1980-árunum og er kendur fyri at mála føroyska landslagið á ein ekspessjonistiskan og abstraktan hátt við breiðum pensla- og sparslastrokum í djúpum grønum, bláum og bjørtum ljósum litbrigdum.

Serliga er hann tiltikin fyri at mála Leirvíksfjall, sætt frá heimstaðnum, Fuglafirði, og nógv skoða nú Leirvíksfjall sum hansara listarliga sereyðkenni.

[object Object]

Íblásturin er stokkuti ljósglottin og løtan, sum hann í listini roynir at varðveita. Í listini hjá Øssuri Mohr hómast ein longsil eftir at endurskapa bráða glottan og ein áminning um, at hetta bert er gjørligt í brotum:

- Tað er tað skiftandi føroyska veðrið. Tað, at ljósið brádliga kemur niður ígjøgnum skýggini og síðani skjótt hvørvur aftur, sum eg royni at fáa fram. Kanska meira enn motivið sjálvt, sigur Øssur Mohr við Dimmalætting.

Øssur Mohr tykist ikki at troyttast av at mála eyðkenda myndevnið av Leirvíksfjallinum, tí allatíð daga nýggir og øðrvísi glottar undan skíggjunum, sum í einum litleiki áhaldandi umskapa fjøllini, himmalin og fjørðin.

Spurdur um, hvussu tað er at vera virka sum føroyskt listafólk í Danmark, svarar Øssur Mohr, ið hevur sýnt list sína fram niðri síðani 1990-árini, soleiðis:

- Móttøkan hevur altíð verið góð. Eg haldi, at danir vanliga kenna nógv til Føroyar og dáma væl føroyska list og litir.

Myndevnið vorðið meira abstrakt
Fyrsta almenna framsýningin, Øssur Mohr hevði, var í 1991 á ólavsøku, og listarliga viðurkenning vann hann á framsýningini, Kunstens Vinterudstilling í 1994 í Suðurjútlandi. Seinnameiri, hevur Øssur Mohr havt alskyns listaframsýingingar í Føroyum, Danmark, Norra, Íslandi, Svøríki, Belgia, Hollandi, Eysturríki, Póllandi, Týsklandi og í USA. Eisini hevur hann loyst fleiri stórar listprýðisuppgávur.

Øssur Mohr byrjaði samstarvið við myndlistasavnið, Galleri Sct. Gertrud í 1995 og hetta er 25. ferð, hann sýnir list sína fram á hesum listasavni. Seinast var í 2015:

- Tað er næstan fýra ár síðan, so nógv er hent í málningunum. Uppá tann mátan, haldi eg hesa listaframsýningina vera áhugaverda, sigur Øssur Mohr.

Í samband við listaframsýningina, skrivar myndlistasavnið, Galleri Sct. Gertrud, at ein eyðsýnd broyting er komin í listina hjá Øssuri Mohr. Myndevnið av Leirvíksfjallinum er nú meira loyst upp og abstrakt, og hevur fingið fleiri litir.

Framsýningin byrjar leygardagin 5. januar á  Galleri Sct. Gertrud á Møntergade 10 í Keypmannahavn. Hon er opin frá klokkan 13 til 16.

Filmsbrot við frágreiðing hjá Øssuri Mohr um ljósglottar sum myndevni, kann síggjast her.

Nøkur av nýggju og meira abstraktu listaverkum hansara eru avmyndaði niðanfyri:

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður