Heimatíðindi

List, sum kann etast

(Listaverk eftir føroyskum pinkubørnum. Mynd: Hergeir Staksberg)

(Listaverk eftir føroyskum pinkubørnum. Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-04-03 12:20 Author image
Hergeir Staksberg

Hetta er heitið á framsýning við verkum, sum eru skapt av føroyskum pinkubørnum

Kann mann liva av list? Tað er ein spurningur, sum øll listafólk fáa fyrr ella seinni. Nú hava føroysk pinkubørn (5-11 mánaðir) svarað spurninginum: List kann etast.

[object Object]

(Felagsverk av fleiri pinkubørnum. Mynd: Hergeir Staksberg)

Saman við finsku listakvinnuni Mariku Tomu Kaipaninen, hava børnini málað við máling, sum var gjørd burturúr grønmeti, frukt og øðrum rávørum. Børnini brúktu allar fimm sansirnar: Tey skuldu nerta við tilfarið, hyggja at tí, lukta, smakka og lurta.

Tá pinkubørnini høvdu grulvað og rullað í málingini í eina løtu, so høvdu tey eisini málað seg inn í føroyska listasøgu. Niðanfyri síggjast nakrir av málningunum.

[object Object]

(Listaverk eftir Jørgen á fimm mánaðir. Mynd: Hergeir Staksberg)

[object Object]

(Felagsverk av føroyskum pinkubørnum. Mynd: Hergeir Staksberg)


[object Object]

(Felagsverk av føroyskum pinkubørnum. Mynd: Hergeir Staksberg)

 

[object Object]

(Listaverk eftir føroyskum pinkubarni. Mynd: Hergeir Staksberg)

Framsýningin er ókeypis og kann upplivast í Norðurlandahúsinum fram til sunnudagin 28. apríl

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður