Sigrun, Guðrið og Javier skulu prýða H-bygningin

2017-02-24 08:08 Author image
Sigmund Vang

Guðrið Poulsen, Javier Tapia og Sigrun Gunnarsdóttir skulu listprýða nýggja sonevnda H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinu, sum skal byggjast. Harumframt Rannvá Kunoy og Brandur Patursson menna og fremja smærri verkætlanir.

Tað upplýsir Landsverk.

Guðrið Poulsen (f. 1961), sum er úr Havn, hevur arbeitt í tríati ár við leiri. Guðrið er bæði kend fyri sín vakra keramikk og sínar abstraktu leirskulpturar. Til H-bygningin fer Guðrið at arbeiða við umhvørvinum kring bygningin oman móti sjóvarmálanum, umframt innandura listprýði.

Javier Tapia (f. 1976) er upprunaliga úr Kili, men býr og arbeiðir nú í Keypmannahavn. Javier er fjøllistamaður, har alt frá innstalatiónum og video til tekningar og kollasjur mynda hansara listarliga virksemi. Javier fer at framleiða nakrar staðspesifikkar installatiónir, har áskoðarin kann kava inn í frásøgur, sum taka støði í føroyskari siðmentan

Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950) býr á Eiði, har hon í sínum verkstaði framleiðir málningar, sum bera eina søgu um lívið kring hana, t.d. familju, trúarlív og nattúru. Sigrun arbeiðir við einum forteljandi og figurativum stílslagi, sum liggur á markinum millum magiska realismu, súmbolismu og naivismu.

Kelda og lesið meira HER

Á myndini niðanfyri síggjast (frá vinstru Brandur, Javier, Sigrun og Guðrið. Rannvá fekk ikki luttikið til avdúkingina av listafólkunum hósdagin. Mynd: Landsverk

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður