Gunnar Streymoy verður Lions-forseti, tá ið Lions Club Tórshavn seinni út á árið fer at hátíðarhalda sín 50 ára stovningardag sum fyrsti Lions Club í Føroyum.
Á seinasta regluliga limafundi var tað undanfarni forsetin, Mortan Poulsen, ið handaði Gunnari forsetaskjalið fyri skeiðið 2016/17.
Mannagongdin er tann, at tað er varaforsetin frá skeiðnum frammanundan, ið tekur við sum forseti og røkir sessin í eitt ár.
Sum nevnt, eru í ár 50 ár liðin, síðani Lions Club Tórshavn var settur á stovn, og tí verður ymiskt gjørt burturúr út á heystið.
Næsta stóra tiltakið hjá Lions Club Tórshavn verður annars sum vanligt listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi á ólavsøku.