Heimatíðindi

Liggur væl fyri at merkja grind í løtuni

mynd: portal.fo

mynd: portal.fo

2020-06-18 15:35 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Nú vit ikki halda grind til, ber væl til hjá Havstovuni at merkja tær í staðin. Hendan mánaðin eru tí tvær grindir merktar og hetta er fyrstu ferð, at tað hevur eyðnast at hava sendarar á tveimum bólkum í senn.

Tveir hvalir vóru merktir í Bø 6. juni og 16. juni vóru fýra afturat merktir í Havn.  

-Tað er bara eitt stuttligt innslag fyri okkum, men tað broytir ikki so nógv annað enn, at vit hava tveir bólkar at fylgja, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sum tekur sær av at merkja hvalirnar.

 Tað hevur verið torført at merkja hval serliga seinastu árini, av tí at lítið av grind hevur verið, og tann ið hevur verið er heldur hildin til, greiður Bjarni frá. Í ár hava tey tó fyrireika seg meria enn vanlig til at kunna merkja, sigur hann. 

Byrjað var, merkja grindahvalir í 2000 og merkingin í Havn fyrr í vikuni var tann nígginda í røðini.  

Endamálið við, merkja grindahvalir við fylgissveinasendarum er fyri, at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grindini i Norðurhøvunum. Ein sendari verður festur í hornið á hvalunum og hesin sendir boð um hvar teir eru staddir.

Á heimasiðuni hjá Havstovni ber til at fylgja við hvar merktu hvalirnir eru staddir.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður