Heimatíðindi

Liðugt millum Bradley Cooper og Irina Shayk

(Bradley Cooper og Irina Shayk til Golden Globe Awards í 2019. Mynd: Shutterstock)

(Bradley Cooper og Irina Shayk til Golden Globe Awards í 2019. Mynd: Shutterstock)

2019-06-10 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Tað sá annars ljóst út hjá 44 ára gamla Cooper, sum fekk heili tríggjar Oscar tilnevningar í 2019. Men alt hevur ein enda, og tað er eisini galdandi,  um tú eitur Bradley Cooper ella Irina Shayk og ert super model

[object Object](Irina Shayk til lanseringina av bókini "The Perfect Bra". Mynd: Shutterstock)

Privatlívið er privat
Í februar greiddi Shayk frá, í eini samrøðu við Glamour, at privatlívið var privat. Shayk sá ongan fidus í at deila privatlívið við onnur.  

- Eg havi nógv vinfólk, sum deila teirra privatlív á Instagram og sosialu miðlunum. Eg haldi, tað er feitt at tey gera tað, og eg havi eisini virðing fyri tí, men eg havi sjálv valt at hava mítt privatlív privat, greiðir Shayk frá.

- Ein av treytunum við mínum starvið sum model er, at eg eri í almenna rúminum, men mítt privatlív skal vera privat. Tað er eisini tað, sum privat merkir. Privatlívið er ikki ætlað til onnur, tað er ætlað til tín og tína familju, sigur Shayk

[object Object](Bradley Cooper saman við Lady Gaga. Mynd: Shutterstock)

Dótturin líkist abbanum
Sama mánað luttók Cooper í eini samrøðu við Oprah, har hann tosaði um, hvussu tað var at blíva pápi. Alt broyttist, tá hann bleiv pápi.

- Okkara dóttur er ótrúlig. Eg dugi væl at síggja pápa mín í henni. Tað eru løtur, har hon líkist pápa mínum upp á ein prikk. Ja, hetta er kanska betri ósagt, men eg fangi men onkuntíð í at kalla hana pápi, greiðir Cooper

Tað hoyrir eisini við til søguna, at Pápi Cooper doyði av lungnakrabba í 2011.

[object Object](Á myndini síggjast Bradley Cooper og Irina Shayk til Academy Awards tann 24. februar í ár. Mynd: Shutterstock)

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður