Leygarkvøldsblóðbaðið og Týsdagsavrættingin

Nú fyrrverandi FBI-stjórin James Comey kann verða atvoldin til, at eitt ríkisrættarmál verður reist móti amerikanska forsetanum, Donald Trump. Nógvar gitingar eru um, hvør veruliga orsøkin er til, at Trump valdi at koyra James Comey til hús (Mynd: EPA/Shawn Thew)

Leygarkvøldsblóðbaðið og Týsdagsavrættingin

2017-05-30 11:24 Author image
Emil Jacobsen

Fór Donald Trump forseti ov langt, tá hann týsdagin 9. mai 2017 valdi at senda stjóran í samveldisløgregluni FBI, James Comey, heim, seks ár áðrenn stjóraskeiðið var runnið? Og hví valdi Donald Trump at senda James Comey heim bert fáar mánaðir eftir, at Donald Trump sjálvur hevði bjóðað honum vælkomnum at halda fram sum stjóri í FBI undir hansara forsetaskeiði? Var Comey kanska komin ov nær at onkrum?

 

Jógvan Svabo Samuelsen

 

Seinasta árið hjá James Comey hevur verið ógvuliga baldrut. Fyrst bleiv hann ákærdur av Donaldi Trump fyri at verja elituna í Washington D.C. – hann bleiv ákærdur fyri at verja mótvalevnið til forsetavalið, Hillary Clinton – tá James Comey staðfesti, at hóast Hillary hevði uppført seg ábyrgdarleyst við sínari teldupostnýtslu, so hevði hon tó ikki gjørt nakað revsivert. Hillary Clinton hevði í sínari tíð sum uttanríkisráðharri sent allan sín arbeiðsteldupost gjøgnum sín egna privata teldupostservara – sum stóð í kjallaranum í heimi hennara í Chappaqua, New York – í staðin fyri at nýtt tann trygga teldupostservaran hjá Uttanríkisráðnum. Nakað ein kann dømast í fongsul fyri. Fráboðanin frá James Comey kom tann 5. juli 2016, beint áðrenn innanhýsis forsetavalevnini fyri bæði Republikanska flokkin og Demokratarnar skuldu tilnevnast.

Seinni bleiv hann hálovaður av sama Donaldi Trump, tá James Comey bert góðar 10 dagar áðrenn forsetavalið – tann 28. oktober 2016 – kunngjørdi, at FBI fór at taka teldupostmálið hjá Hillary Clinton upp til nýggja viðgerð. Orsøkin komst av, at FBI var komið fram á fleiri nýggjar teldupostar frá Hillary Clinton, í sambandi við eitt annað mál sum FBI eftirkannaði. Málið snúði seg um Anthony Weiner, fyrrverandi umboðsmannatinglim hjá Demokratiska flokkinum, sum nú var undir illgruna fyri at hava sent ónærislig boð til eina bert 15 ára gamla gentu. Tað var tá teir rannsakaðu fartelduna hjá Anthony Weiner, at FBI kom fram á teldupostar frá Hillary Clinton. Hetta tí, at Anthony Weiner var giftur við Huma Abedin, ein av týdningarmiklastu persónum í valleguni hjá Hillary Clinton.

Hillary Clinton, sum áðrenn hesa fráboðan frá FBI stóð til at gerast næsti forsetin í USA, fekk eitt ordans bakkast av hesum. Og hóast FBI tann 6. november 2016 fráboðaði, at einki nýtt var funnið í fartelduni hjá Anthony Weiner, so var skaðin hendur. Á valinum tveir dagar seinni, 8. november 2016, bleiv tað sum kunnugt Donald Trump sum dró longra stráið og gjørdist forseti. M.a. tí kom tað sum ein hvøkkur, tá Donald Trump so týsdagin 9. mai 2017 valdi at endurnýta setningin, sum gjørdi hann til eina av heimsins størstu veruleikasjónvarpsstjørnum – You’re fired! – James Comey. Og ikki minst tí, at FBI og James Comey vóru í holt við eina kanning av sambandinum millum Trump valleguna og russisku stjórnina, sum var undir stórum illgruna fyri at hava blandað seg beinleiðis í amerikanska forsetavalið, til fyrimuns fyri Donald Trump.

Watergate gølan
Watergate er navnið á skrivstovusamtaki í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C., góðar tveir kilometrar vestan fyri Hvítu húsini. Inni í skrivstovusamtakinum hevði ovasta leiðslan hjá Demokratiska flokkin høvuðssæti. Tann 17. juni 1972 blivu fimm mans handtiknir fyri at hava brotið inn í høvuðssætið hjá Demokratiska flokkinum. Tað sum í fyrstuni sá út til at vera eitt heldur tilvildarligt og lítið áhugavert innbrot, skuldi seinni vísa seg at verða størsta politiski skammbletturin í amerikanskari søgu í 20. øld. Innbrotið hevði røtur heilt upp á hægsta stig í Republikanska flokkinum, heilt inn í Hvítu húsini og í føvningin á forsetanum Richard M. Nixon.

Hesir fimm menninir høvdu ikki brotið inn í ein tilvildarligan skrivstovubygning, men høvdu brotið inn í Demokratiska hjartarúmið, fyri har at kunna leggja avlurtingarskipanir, og eisini at fáa avrit av tí innanhýsis tilfari, sum teir kundu fáa hendur á. Alt fyri at tryggja, at forsetin komandi mongu árini skuldi verða Republikanari, og alt eftir boðum – so ella so – frá tásitandi forseta Richard M. Nixon. Men hendingin festi ikki í politiska krútið beinanvegin. Seinni sama ár, tann 7. november 1972, bleiv Richard M. Nixon afturvaldur til forseta, við einum av teimum tryggastu valsigrinum nakrantíð. Hann vann 520 valmenn móti Demokratiska valevninum George McGovern, sum einans fekk 17 valmenn.

Leygarkvøldsblóðbaðið
Leygarkvøldsblóðbaðið – Saturday Night Massacre – bleiv heitið á hending, sum gekk fyri seg leygarkvøldið 20. oktober 1973. Hóast væl yvir eitt ár var gingið síðani innbrotið í Watergate-bygningin, og nærum eitt ár síðani Richard M. Nixon var afturvaldur til forseta í USA, so vóru kanningarnar av málinum framvegis í gongd. Og spakuliga men sikkurt byrjaðu tær at koma tættari og tættari at Hvítu húsunum.

Archibald Cox varð tilnevndur sum serligur ákæri av Løgmálaráðharranum at eftirkanna alt Watergate-málið. Undir eftirkanningini av málinum kom tað fram, at Richard Nixon forseti loyniliga hevði tikið upp á band allar samrøður, sum hann hevði havt í tí ovalu skrivstovuni í Hvítu húsunum. Og hesi bond vildi Archibald Cox meiri enn fegin fáa fatur á. Tað kom til skarpskeringar millum Cox og Nixon, tá Cox stevndi forsetan og Hvítu húsini fyri at fáa fatur á hesum loyniligu bondum. Eftir at Archibald Cox gekk beint ímóti boðunum frá Hvítu húsunum – um at steðga við at biðja um innlit í bondini – valdi Richard Nixon at kvetta heysin av honum, í tí sum kom at verða kent sum Leygarkvøldsblóðbaðið.

Av tí at Archibald Cox var tilnevndur av Løgmálaráðharranum, so hevði Richard Nixon forseti ikki heimild sjálvur at koyra hann frá. Nixon gav tí harraboð til Løgmálaráðharran Elliot Richardson, um at blaka Archibald Cox til hús alt fyri eitt. Elliot Richardson noktaði, og valdi í staðin at siga seg sjálvan úr starvi. Síðani fóru harraboðini víðari til varaløgmálaráðharran William Ruckelshaus, men hann noktaði eisini, og valdi síðani eisini at siga seg sjálvan úr starvi. Til seinast fóru harraboðini til nú virkandi løgmálaráðharran Robert Bork. Hann lá ikki á boðunum, og sendi Archibald Cox heim umgangandi. Leygarkvøldsblóðbaðið var nú fullført.

Vinaleysur í Washington D.C.
Hóast stjórin í FBI skal vera politiskt uttanveltaður, so var James Comey upprunaliga skrásettur sum Republikanari. Hetta merkir tó ikki, at hann var virkin politiskt í Republikanska flokkinum, og hetta merkir heldur ikki, at James Comey ikki var uttanveltaður politiskt. Hetta er bara ein staðfesting av, hvussu valskipanin í USA er skrúvað saman. Fyri at sleppa á val skal ein fyrst skráseta seg, og í hesum sambandi verður ein eisini skrásettur til ávísan flokk. Og ikki at gloyma, so var tað demokratiski forsetin Barack Obama, sum hin 4. september 2013 tilnevndi James Comey sum stjóri í samveldisløgregluni FBI.

Men hann misti umleið helminginum av sínum vinum – allar Republikanarar – tá hann 5. juli 2016 fráboðaði, at ongar ákærur fóru at verða reistar móti Hillary Clinton. Fólk vóru á gosi um hesa avgerð, og tað vóru rættiliga nógv sum hildu, at hetta var serviðgerð – kanska enn einaferð – av elituni í Washington D.C. Hillary Clinton var, umframt at hava verið forsetafrúa í átta ár, eisini fyrrverandi senatorur og fyrrverandi uttanríkisráðharri. Og nú stóð hon á gáttini at gerast næsti forsetin í USA. Skipanin tók sær av sínum egnu, mettu mong.

Og hin helmingin av vinunum – nú allar Demokratarnar – misti hann, tá hann 28. oktober 2016 boðaði frá, at FBI fór at kanna teldupostmálið hjá Hillary Clinton einaferð enn. Hillary Clinton, og restina av Demokratunum, hava síðani givið hesari avgerð hjá James Comey beinleiðis skuldina fyri, at hon dagar seinni tapti forsetavalið. Serliga tá hann tveir dagar áðrenn forsetavalið kom við enn einari fráboðan, nú um at einki nýtt var undir sólini – har vóru eingi nýggj prógv funnin móti Hillary Clinton – og eingin orsøk hevði verið til at kanna málið av nýggjum. Hóast Republikanararnir vóru ovurfegnir um avgerðina at taka málið hjá Hillary upp til nýggja viðgerð, so vóru eisini nógvir av teimum sum mettu, at hetta var nokk ikki heilt røtt mannagongd.

Týsdagsavrættingin
Týsdagin 9. mai 2017 hendi tað so – James Comey bleiv starvsrættarliga avrættaður. Almenna grundgevingin frá Løgmálaráðnum var, at hann gjørt eitt so klossut og vánaligt arbeiði í eftirkanningini av teldupostmálinum hjá Hillary Clinton. T.e. at hann bleiv sendur heim, tí at hann hevði gjørt Hillary Clinton órætt – og tapt henni forsetasessin? Henda frágreiðing var tó trupul at hjá flestu at keypa. Var Donald Trump og stjórn hansara nú brádliga farin at tykjast synd í Hillary? Tað skuldi eisini skjótt vísa seg, at hetta var nokk ikki rætta grundgevingin fyri uppsøgnini.

Skjótt byrjaðu søgur at ganga um, at veruliga orsøkin til uppsøgnina var hon, at FBI við James Comey á odda m.a. høvdu biðið um fleiri pengar, sum skuldu nýtast í eftirkanningini av sambandinum millum Trump-valleguna og russisku stjórnina. Søgur byrjaðu eisini at ganga um døgurðan, sum James Comey hevði havt saman við Trump forseta – í Hvítu húsunum – har Donald Trump skuldi eitast at hava biðið Comey um hansara loyalitet. Og biðið Comey um, at hann gavst við at eftirkanna málið um nú fyrrverandi trygdarráðgevan Michael Flynn. Michael Flynn, sum varð noyddur at leggja frá sær sum trygdarráðgevi eftir einans 24 døgum í starvinum. Hetta vegna samband við russiska sendimannin í USA, Sergey Kislyak.

Fjølmiðlarnir spinna í hesum døgum dúgliga søgur um, um hetta mál verður Trumpsa Watergate. Um hetta endar við ríkisrættarmáli móti Donaldi Trump. Her eru mong viðurskifti, sum leiða minnini aftur á Watergate og Richard Nixon. Men tað er einans Umboðsmannatingið, sum hevur heimild at reisa ríkisrættarmál. Og har eru Republikanararnir í meiriluta í løtuni. Ikki tí, tað vóru teir eisini, tá Watergate-gølan byrjaði, men teir skiftu síðu so hvørt sum prógvini vuksu í tali. Men í løtuni eru tó eingi verulig prógv førd fram móti Donaldi Trump, bara gitingar. Næstu dagarnir fara allarhelst at varpa ljós á, um hesar gitingar eru grundaðar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður