Heimatíðindi

Les samrøðuna, sum fekk Arnfinn burturvístan av Glasi

Arnfinn á Birtuni er oddamaður hjá Framtakinum (Mynd: Sverri Egholm)

Arnfinn á Birtuni er oddamaður hjá Framtakinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-09 11:35 Author image
Hergeir Staksberg

Í gjár bleiv Arnfinn á Birtuni úr Framtakinum tveittir á dyr av tveimum vaktum á Glasi. Men hví kom tað so langt?

Søgan er í stuttum, at allir politisku flokkarnir verða bodnir til politiskan pallborðsfund á Glasi. Framtakið hevur hvørki ein royndan politikara, ungmannafelag ella umboð undir 30 ár, tí lúka tey ikki treytirnar fyri luttøku.

- Vit hava onki ungmannafelag. Tað nevni eg fyri teimum, og so slaka tey eitt sindur og siga, at bara vit hava ein kandidat, sum er undir 30, so er alt ok, sigur Arnfinn á Birtuni.

- Ja, og so kemur ein treyt aftrat. Vit skulu eisini hava ein royndan politikara fyri at luttaka. Eg eri tann mest royndi í flokkinum, men eg fái ongantíð at vita, um eg lúki tey krøvini, leggur Arnfinn afturat.

[object Object]
(Allir flokkarnir uttan Framtakið vóru umboðaðir á Glasi. Mynd: Sverri Egholm)

Framtakið fekk at vita, at høvdu tey spurningar um avgerðina, so skuldu tey seta seg í samband við skúlastjóran Boga Bech Jensen

Sambært Arnfinn, seta tey seg í samband við Boga, men fáa ikki fatur á honum. Arnfinn vendir sær síðani til forkvinnuna í samstarvsnevndini, sum eisini sendi teimum innbjóðingina. Forkvinnan, sum er næmingur á Glasi, svarar, at hon er bara boðberi í málinum og vísir til Boga, um tað eru ivamál.

[object Object]( Vit fara altíð at verja okkara næmingar, sigur Bogi Bech Jensen. Mynd. Mentamálaráðið)

Í síðsta enda er tað sjálvt samskiftið millum Arnfinn og forkvinnuna, sum fær bikarið at flóta yvir hjá Boga Bech Jensen og taka innbjóðingina aftur.

- Samskiftið, sum tit hava havt við hendan næmingin hjá okkum, hevur verið ógvuliga ópassandi. Vit fara altíð at verja okkara næmingar, og tá vit sóu samskiftið, mistu vit álitið á at tit kundu luttaka siðiligt á hesum pallborðskjakinum, og tí bleiv innbjóðingin trekt aftur. Vit fara at bjóða Framtakinum aftur eina aðruferð, og vit ganga útfrá, at tað verður siðiligt tá. Um ikki, so verður innbjóðingin trekt aftur, greiðir Bogi Bech Jensen frá.

Vit hava fingið fatur á umrødda samskiftinum, sum kann lesast niðanfyri:

Glasir:
12.apr. 2019 00.12

Viðheft hesum boði er innbjóðingin til Stemmuboksingina á Glasi hin 08.05.
Vinaliga svarið hesum boði, tá ið tað er móttikið. 
Vinaliga heilsan,
Samstarvsnevndin á Glasi,
xxxxxxxxxxxx, forkvinna

Framtakið:
28. apr. 2019 18.44
Yeps, vit koma

Framtakið:
28. apr. 2019 23.15
hey aftur... Vit hava eitt sindur ringt við at finna onkran ungan at umboða okkum. Viðkomandi verður kanska stemplaður sum ein "hash sympatisør".Vit hava ringa samvitsku, um vit trýsta onkran til tað. Men vit eru heldur ikki ein flokkur sum so við ambitiónum um at hava ungmannafelag.Tað skilja tit vel ? Hevði tað verið møguligt at fingi eitt undantak fyri kravi um, at ungmannafelag umboð skal verða við ?

Sigur tú, at vit SKULU hava eitt ungt valevni, ja so er tað tú, sum trystir onkran at standa fram, so it’s in your hands. Annars ætlar Arnfinn at møta upp, og hann verður nokk ikki sæddur sum ein gamal boring politikari av teim ungu.

Framtakið:
30. apr. 2019 18.41
Vil gjarna vita, um vit enn skulu hava eitt ungmannafelag fyri at verða við. Tað er eitt sindur løgið krav, ha ?

Glasir:
30. apr. 2019 19.44
Hey hey, havi nú tosað við samstarvsnevndina. Samstarvsnevndin hevur avgjørt, at tað bert er møguligt at luttaka í tiltakinum, um flokkurin hevur eitt ungmannaumboð, umframt ein royndan politikara. Hetta hava vit avgjørt fyri, at vit fáa víst á ymisk sjónarmið innan flokkin. Um Framtakið ikki hevur nakað ungmannaumboð, ber tað ikki til at luttaka í tiltakinum. Vit pressa ONGAN at traðka fram, men seta somu treytir fyri allar politisku flokkarnir. Pallborðskjakið á Glasi er eitt tilboð til politisku flokkarnar, ikki eitt krav.

Framtakið:
Omg ta gøluna mugu vit so bara royna at fáa fram. Takk fyri svar um ikki annað.

Glasir:
Um tit hava framvegis hava spurningar um málið, so kunnu tit venda tykkum til Boga Bech Jensen.

Framtakið:
nei hetta er greitt svar, takk

Kanska vit hava ein. Eg skal tosa við hann hósdagin og sigi so frá tá. Royndan politikara er komið afturat nú. Meina tit ein, sum hevur verið fólkavaldur fyrr ella hvat? Eg havi royndir at stilla upp fleiriferð og annars aktivur í fleiri flokkum bæði í FO og DK. Um tit bara vilja hoyra frá teimum, sum longu eru inni, ja, so er tað jú anti demokratiskt, so tað kann eg ikki fyristilla mær, at Glasir setir sum treyt.

Glasir:
30. apr. 2019 21.56
Tú kann samskifta við Boga, um tit framvegis hava spurningar, hann fær nokk best svarað.

Framtakið:
Ok

*Síðani skrivar Framtakið um evnið á teirra Facebook síðu, har teir nevna forkvinnuna í samstarvsnevndini við navni.

Glasir:
Kunnu tit sletta mítt navn av postinum? Eg eri einans ein næmingur og boðberi í hesum samanhangi

Framtakið:
Ok, er tú ikki í hasi nevndini? Ja, vit sletta

Bara boðberi? Hmm forkvinna í nevndini, og tú sigur samstarvsnevndin hevur avgjørt? Okkurt sigur tú  

Glasir:
Kann tú steðga við at navngeva meg, og venda tær til Boga um málið í morgin?

Framtakið:
Hvat er títt problem? Vit liva í einum demokratiskum landi, og tú er forkvinna? Eg (Arnfinn) eri ikki ordiliga við, hvat feilar her ?

Glasir:
Haldi bara, at tað er óneyðugt at nevna meg við navni

Framtakið:
Er tað ein hemmilig nevnd ? Fólk spyrja, hvør nevndin er

Júst sum tað er óneyðugt at gera forhindringar fyri Framtakið

Um tit siga við hinar flokkarnar at tit ynskja ungmannaumboð, ja so koma tey..

Glasir:
Tað er ikki ein dulnevnd nevnd, haldi bara, at hetta hevði loyst seg betri, um tú tosaði við Boga, og eg skilji ikki heilt hvør orsøkin til at nevna meg við navni er.

Framtakið:
At tað er ein treyt er BARA ein forhindring fyri okkum og onki annað

Glasir:
Eg hevði verið sera takksom, um tit tóku hetta upp við Boga og ikki mær

Framtakið:
Eg havi skrivað til hann

Glasir:
Hevði tú eisini kunnað slettað mítt navn, tað hevði verið ordiliga gott

Takk på forhånd

Framtakið:
So skrivi eg, at forkvinnan sum er næmingur vil verða dulnevnd ?

Nú vil tú hava meg at "lúgva" ella at goyma simplan sannleika. Fortel tú mær, hví tað ?

Glasir:
Kann tú ikki skriva, at forkvinnan er ein næmingur, og síðani taka málið upp við Boga, sum eg áður havi sagt

Framtakið:
Hví? Eg skal gera tað, men kanst tú ikki siga, hví tú ikki kann standa við títt ?

Glasir:
Eg eri næmingur og havi boðað frá, og hetta eru ein innbjóðing frá samstarvsnevndini, ikki mær sum privatpersóni. Havi eisini boðað tykkum frá, at tit kunnu venda tykkum til Boga við fyrsispurningum, og vil ikki framyvir verða blandað uppí málið á facebook. Takk fyri, at tú slettar!

Framtakið:
Tú er forkvinna í nevnd, sum hevur tikið avgerðir
Er tað Bogi, sum tekur avgerðir og turkar tær upp á teg ?
Eg haldi, tú hevur misskilt nevndar arbeiði
NEVND. Navn. Who is who. Eigur ikki at vera nakað at "skammast" yvir

Glasir:
Eg havi ikki fleiri viðmerkingar í málinum, vend tær til Boga

Framtakið:
tað er ok. Fólkakirkjan ger gratis navnabroytingar annars... just kidding.

Xxxxx Xxxx 28 ár og eg koma.

Hvat heldur tú um málið? Var tað kanska rætt, at taka innbjóðingina aftur? Ella var tað kanska í yvirkantinum. at tveir vaktir tveittu Arnfinn á dyr? Sig tína hugsan niðanfyri.

Les meir um málið HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður