Heimatíðindi

Leigubilar skulu nú rinda fult mvg tá teir verða seldir víðari

(Mynd: fae.fo)

(Mynd: fae.fo)

2018-10-02 14:26 Author image
Ingi Samuelsen

Ein av fylgilógunum, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í síðstu viku legði fyri tingið saman við løgtingsfíggjarlógini, var ein lógarbroyting viðvíkjandi meirvirðisgjaldi í sambandi við sølu av bilum.

Uppskotið er í tveimum. Annar parturin er at leingja frítøkuna fyri mvg á el- og vetnisbilum, so at skipanin verður galdandi fram til endan av 2020.

Hin parturin er meira umfatandi, og snýr seg um at tippa eitt hol í skipanini, sum merkir, at føroysku bilasølurnar verða stuðlaðar við eini upphædd svarandi til millum 15 og 20 millióni krónur árliga, stendur at lesa í viðmerkingunum til uppskotið.

Talan er um bilasølur, sum skráseta innfluttar bilar sum leigubilar, og seinni selja teir víðari. Landskassin fær ikki meirvirðisgjaldið fyri keypsvirðið tá hesir bilar verða seldir víðari.

Seinastu árini hevur talið av leigubilum í Føroyum verið í stórum vøkstri. Síðan 2012 eru 2.650 bilar komnir til landið, sum fyrst hava verið skrásettir sum leigubilar. Bara í 2017 vóru 494 bilar skrásettir sum leigubilar, hetta svarar til 16 prosent av øllum bilunum, ið vórðu innfluttir tað árið.

Tá myndugleikarnir fingu illgruna um, at ávís spekulasjón var í hesum, var í 2015 gjørd ein broyting í lógini, sum sigur, at bilarnir skuldu hava verið leigaðir út til minst 10 leigarar, áðrenn bilarnir kundu seljast víðari uttan at rinda meirvirðisgjald av keypsvirðinum, men bara av vinninginum hjá bilasøluni.

Skipanin elvdi til, at stóri vøksturin á talinum av innfluttum leigubilum støðgaði, hóast talið framvegis er høgt – í ár verður roknað við, at um 550 bilar verða skrásettir sum leigubilar.

Við nýggja uppskotinum, sum nú er lagt fyri løgtingið, verður skotið upp, at rindast skal fult meirvirðisgjald, um bilurin verður seldur víðari til ”endabrúkara” fyrsta árið. Síðani verður parturin lækkaður við einum tíggjundaparti fyri hvørt ár, sum gongur til bilurin verður seldur víðari.

Fíggjarmálaráðið væntar, at broytingin gevur landskassanum eina meirinntøku upp á 15 til 20 milliónir krónir, men roknar eisini við, at lógarbroytingin fer at broyta nýtsluvalið, og harvið verður inntøkan sanlíkt væl lægri.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður