Heimatíðindi

Langabbasonur Kjølbro er vorðin Bitcoin-milliardingur

Langabbasonur Kjølbro er vorðin Bitcoin-milliardingur
2018-02-10 14:32 Author image
Jens Hákun Leo, local.fo

Tó, at Niklas Nikolajsen er uppvaksin í Danmark, undantikið eitt stutt tíðarskeið í Havn, og í dag býr í Sveis, har hann saman við øðrum rekur ein av størstu Bitcoin-bankunum í heiminum, Bitcoin Suisse AG, so eru ættarbondini til Klaksvíkar sterk. Serliga stuttligt heldur hann tað vera, at hann er undan fólki, sum skaptu sítt egna gjaldoyra – nakað sum líkist tí, sum hann sjálvur fæst við

Í seinru hálvu av 1980-unum var hann ein vanligur næmingar í Venjingarskúlanum í Havn.

Nú, í 2018, er hann ikki so vanligur longur.

42 ára gamli Niklas Nikolajsen er ein sonevndur FinTech íverksetari innan kryptogjaldoyru og kryptofíggjarviðurskifti.

Eftir at hava lokið prógv í teldufrøði í Keypmannahavn, starvaðist hann í tíðarskeiðnum 1998-2012 sum telduforritari-og mennari – tey seinru árini mest innan fíggjarheimin.

Í 2013 hendi so tað, at hann var við til at stovna Bitcoin Suisse AG – eitt meklara-, íløgu- og fíggjartænastuvirki innan kryptofíggjarheimin.

Niklas hevur líka síðan 2010 verið ein íðin viðmerkjari og heitur talsmaður fyri Bitcoin og tí sonevndu blockchain tøknini. Hann hevur tá serliga gjørt seg galdandi sum viðmerkjari í Sveis, har hann hevur búð síðan 2011.

Fyrraárið varð hann kosin at vera ímillum hundrað tey mest týdningarmiklu bankafólkini í Sveis av sveisiska fíggjartíðarritinum BILANZ.

Lesið alla greinina HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður