Landsverkfrøðingur og landsvegur 100 ár

2016-07-08 09:10 Author image
Jákup Højgaard

Í dag eru 100 ár liðin síðani, at Mikkjal Helmsdal, føroya fyrsti landsverkfrøðingur, varð borin í heim. Somuleiðis eru tað 100 ár síðani, at fyrsti føroyski landsvegur varð tikin í nýslu. 

Mikkjal Helmsdal var ættaður úr Leynum. Í 1940 tók hann prógv sum sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Højskole – nú Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Hann starvaðist sum býarverkfrøðingur í Søllerød kommunu, áðrenn hann eftir kríggjslok kom aftur til Føroyar. Í tvey ár starvaðist hann sum býarverkfrøðingur í Havn, til hann í 1948 varð settur í starv sum landsverkfrøðingur, har hann starvaðist til 1988, tá hann sum 72 ára gamal fór frá vegna aldur. Mikkjal Helmsdal andaðist 6. juni 1996, 79 ára gamal. 

Fyrsti landsvegur varð tikin í nýslu í 1916 og var millum-bygdavegur millum Sand og Skopun. At tað var í Sandoynni, at fyrsti landsvegurin kom hongur helst saman við, at sandoyingar longu tá høvdu royndir innan vegabygging. Sandingar fóru í 1902 undir vegaverðina millum Søltuvík og Sand, og heittu nøkur ár seinni Føroya Løgting um at fara undir vegagerð millum Skopun og Sand. 

Sostatt var 1916 byrjanin til væl útbygda infrakervið, sum ikki minst Mikkjal Helmsdal seinni legði lunnar undir.

Landsverk skrivar um Mikkjal, at hann var virdur um lond fyri síni viðføddu evni og teknisku førleikar. Fyri starvsfólkini hjá Landsverkfrøðinginum – nú Landsverk – sum mintust hann við minningarorðum í Sosialinum 6. juli 1996, var tað ein tryggleiki, at um okkurt var komið skeivt fyri hjá onkrum starvsfólki, so átók hann sær sum ovasti fyri stovnin altíð fulla ábyrgd úteftir.

   

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður