Heimatíðindi

Landsverk skjótari undir sjóneykuna

Asfaltverk

Asfaltverk

2018-10-06 19:30 Author image
Georg L. Petersen

Frágreiðingin frá Landsgrannskoðarunum skal leggjast fyri tingið ein mánað áðrenn freistin gongur út, so hon er liðugt viðgjørd áðrenn fíggjarlógin er samtykt. So fær hon størri ávirkan, sambært formanninum fyri løgtingsgrannskoðararnar – eitt stórmál verður yvirtøkan hjá Landsverki av Asfaltverkinum á Sundi

– Freistin at leggja frágreiðingina fyri tingið er 1. desember, men vit ætla at náa tað fyrst í november, so hon kann samtykkjast við 2. viðgerð áðrenn fíggjarlógin er endaliga avgreidd. Soleiðis fær frágreiðingin størri tyngd, sigur Jónleif Johannesen, formaður fyri Løgtingsgrannskoðararnar.

Hinir limirnir eru Óluva Klettskarð, Magnus Rasmussen og Joen Magnus Rasmussen.

Og eitt av málunum verður yvirtøkan hjá Landsverk av Asfaltverkinum á Sundi, sum hevur fingið ógvusligar ákoyringar frá Landsgrannskoðanini.

Sambært Landsgrannskoðanini var talan um eitt niðurslitið asfaltverk sum varð yvirtikið fyri yvirprís, og enntá í stríð við almennu reglurnar um keyp. Landsverk sigur, at talan er um ein leigusáttmála, meðan Landsgrannskoðanini sigur, at talan er um langtíðarleigu (leasing) og tí skal viðgerast sum eitt keyp fyri meira enn tíggju milliónir krónur – og tað má bara fremjast sambært eini verklagslóg.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður