Heimatíðindi

Landsstýrismaðurin skal hava eftirlit við almennu stjóralønunum

Landsstýrismaðurin skal hava eftirlit við almennu stjóralønunum
2018-04-16 13:05 Author image
Georg L. Petersen

Fleiri stjórar í almennnum føroyskum partafeløgum eru millum teir hægst løntu, og tað hevur burturav verið upp til nevndirnar at avgjørt. Nú verður mælt til, at landsstýrið fær øll viðurskifti á borðið, áðrenn ein stjórasetan verður avgreidd – stórur munur er á lønunum hjá teimum í almennu partafeløgunum og á alemennu stovnunum ella í umsitingini

“Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av teimum feløgum, ið hann varðar av, og tað er hartil ofta hann, ið stendur fyri skotum í fjølmiðlunum, tá okkurt er. Landsstýrismaðurin má tí hava møguleika fyri at hava eitt ávíst eftirlit við teimum feløgum, ið hann varðar av, og tryggja sær, at hann kann standa inni fyri, hvussu tey verða rikin.”

Soleiðis stendur millum annað einum uppskoti um eigarapolitikk landsins, sum er handað landsstýrismanninum við vinnumálum, Poul Michelsen.

Hann hevur ábyrgdina av øllum teimum almennu partafeløgunum, har stjórarnir verða settir sambært avtalu við nevndina – men landsstýrisfólk eiga eisini ábyrgdina av stjórum í almennu umsitingini, sum virka sambært sáttmálum og tí ikki náa somu hæddir í løn.

Nú verður mælt til, at landsstýrismaðurin sleppur at stýra lønunum í almennu partafeløgunum nakað meira enn í dag.

Lesið meira um lønirnar HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður