Elin og Hølkvir fingu fjórða pláss

2016-08-16 15:46 Author image
Dimma

NM-kappingin í gongd varð hildin á stóra travbananjum í Biri í Noregi. Føroyskt íslandsrossafelag sigur frá, at tær, sum kappaðust, vóru Elin Tindskarð á Hølkvi í T2, og Ragnheiður Dam á Háreka, ið var við í 4.1 og T.1 fyri ung.

- Talan hevur verið um eina sera spennandi kapping, har tær báðar hava kappast ímóti bestu reiðfólkunum úr øllum Norðurlondum, og kappingingin var hørð, sigur Føroyskt íslandsrossafelag.

Elin Tindskarð reið seg í eina flotta A-finalu við Hølkvir fríggjadagin. Hendan finalan varð avgreidd sunnudagin og varð endaliga úrslitið, at Elin endaði á einum flottum 4. plássi bert 0,05 stig frá einari bronsumedalju.

- Eg eri sera vælnøgd við Hølkvir í dag, hóast vit vóru so nær. Vit koma sterkt aftur, segði Elin eftir úrslitið. 

Ragnheiður hevði nakrar avbjóðingar við, at Háreki skuldi tillaga seg longu ferðina, og hetta sást eitt nú til djóralæknakanningina, ið øll kappingarrossini skulu til. Hann hevði eitt sindur av óljóði á lungunum og skuldi tískil út at røra seg fyri at fáa loyst hetta upp. Hetta er púra vanligt fyri ross, ið ferðast so langt.
Háreki hevði tað fínt, tá ið kappingardagurin kom. Ragnheiður megnaði eitt flott 10. pláss í 4.1 og eitt 9 pláss í T.1. Hóast ein ikki skal skylda uppá veður og vind, so hevur tað hóast alt ávirkan, tá ið glopraregnið herjar.

Heri Dahl hevur annars dømt sítt fyrsta NM, og hevur hetta gingið júst eftir bókini. Heri sigur, at tað er stuttligt at døma á altjóða støðið saman við øðrum dugnaligum dómarum. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður