Heimatíðindi

Landslæknin: – Tað eru ikki tey ungu, sum eru trupulleikin

– Vit kunnu ikki hugsa um búskap, tá tað snýr seg um at bjarga mannalívum. Vit hava fokus á at bjarga so nógvum mannalívum, sum vit yvirhøvur kunnu, og tí hava vit mælt myndugleikanum til at seta hesi tiltøkini í verk, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

– Vit kunnu ikki hugsa um búskap, tá tað snýr seg um at bjarga mannalívum. Vit hava fokus á at bjarga so nógvum mannalívum, sum vit yvirhøvur kunnu, og tí hava vit mælt myndugleikanum til at seta hesi tiltøkini í verk, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

2020-03-19 11:15 Author image
Sveinur Tróndarson

– Hetta kann gerast drúgt. Rættiliga drúgt.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimmalætting spyr, hvussu leingi føroyingar skulu vænta at liva undir teimum treytunum, sum nú eru ásettar.

So at siga øll tann sosiala samveran er sett á pausu, og fólk eru biðin um at halda seg heima og ikki savnast í størri bólkum enn tíggju fólk.

Fólkakirkjan hevur avlýst gudstænasturnar, og sjálvt um kirkjumyndugleikin fer at avgreiða vígslur, barnadópar og jarðarferðir, so fara hesar kirkjuhendingar at víkja rættiliga nógv frá, hvussu tær vanliga plaga at vera.

Gamaní hava myndugleikarnir boðað frá, at tiltøkini vara í tvær vikur, men tað er slett ikki óhugsandi, at tey koma at vara longri enn tað. Væl longri.

– Tann møguleikin er avgjørt til staðar. Og tað mugu fólk góðtaka, um tað skal bera til hjá okkum at innibyrgja smittuna. Tað er tað, sum vit hava arbeitt við síðan hetta byrjaði, og vit halda fast við ta ætlanina, so leingi sum vit halda tað vera ráðiligt og skilagott, sigur landslæknin.

Í skrivandi løtu, tað vil siga seint seinnapartin mikudagin 18. mars, eru 58 føroyingar smittaðir við korona, men sjálvt um talið í sær sjálvum kann virka stórt, so heftir landslæknin seg kortini fyrst og fremst við, at hann framvegis hevur tamarhald á smittukeldunum.

– Næstan øll av teimum, sum í gjár fingu staðfest smittuna, eru longu í sóttarhaldi, og tí hava vit framvegis tamarhald á støðuni. Tað var bara tann eini, sum ikki longu var í sóttarhaldi, og tí halda vit fram við at gera tað, sum vit hava gjørt higartil, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tað bjargar lívi
Avgerðin um at senda tey heim at arbeiða sum kunnu, at avmarka fólkamongdirnar til bara at umfata 10 fólk og at stongja skúlar og annað mangt, er eitt stórt inntriv í frælsið hjá fólki.

Tað er landslæknin fullgreiður yvir, og hann er eisini fullgreiður yvir, at átøkini, sum millum annað hann hevur talað fyri, kosta samfelagnum, og nógvum einstaklingum, hópin av peningi.

– Ja, tað eru vit væl vitandi um. Men vit kunnu ikki hugsa um búskap, tá tað snýr seg um at bjarga mannalívum. Vit hava fokus á at bjarga so nógvum mannalívum, sum vit yvirhøvur kunnu, og tí hava vit mælt myndugleikanum til at seta hesi tiltøkini í verk, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hann er eisini fullgreiður yvir, at tað samfelagsliga ikki fer at bera til at varðveita hesi hersknu krøvini í nógvar mánaðir, og tí vil hann hava fólk at skilja týdningin av, at tey skulu lurta eftir, tá myndugleikarnir biðja tey halda seg heima.

– Vit eru í tí hepnu støðu, at vit í løtuni hava tamarhald á støðuni. Vit hava eisini hert tiltøkini við einum endamáli fyri eyga. Tað er at seinka smittubreiðingini, soleiðis at okkara sjúkrahúsverk klárar at taka frá, tá fólk fara at gerast sjúk og fáa brúk fyri innlegginum og vigerð, sigur landslæknin.

Og júst tað fer at koma. Tað ivast hann slett ikki í.

– Alt arbeiðið hjá okkum snýr seg um at seinka tí útbrotinum, sum fer at koma. Eitt er, at tað verður mildari, eitt annað er, at vit hava eina vón um, at vit kunnu fáa eina viðgerð ella eitt koppingarevni ímóti hesi smittuni. Sum støðan er í løtuni, gongur tað rættiliga væl at byrgja smittuna inni, og vónandi heldur tað fram í nakrar vikur afturat, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tey ungu akta
Tað er einki at ivast í, at fólk, kanska serliga eldri fólk, eru bangin um at gerast sjúk.

Tey, sum fylgja bara eitt sindur við á Facebook, vita, at tónin har til tíðir hevur verið meira ella minni ófantaligur, tá skotið hevur verið eftir fólki, sum hava brotið sóttarhald. Søgur ganga enntá um smittað fólk, sum eru farin út millum fólk, og enntá til handils, og tað harmar landslæknan.

– Tað er avgjørt ikki gott, at fólk fara úr sóttarhaldi fyri at fara til handils, tí tey kunnu smitta onnur, sum so aftur smitta onnur, og áðrenn vit vita tað, hava vit mist tamarhaldið á smittuni, og kanska eisini á sjúkrahúsverkinum. Tað er ein øgiliga dýrur prísur at gjalda fyri, at man til dømis bara vil sleppa til handils, sigur Lars Fodgaard Møller.

Fyrstu dagarnar varð nógv tosað aftur og fram, serliga um tey ungu, sum komu heim úr Danmark, og millum annað á Facebook vórðu tey løgd undir at vera líkaglað og at tey bara vildu sleppa heim at ballast.

Hetta er nú ikki tann kenslan, sum landslæknin stendur við. Kanska tvørturímóti.

– Mín fatan av støðuni er, at tey ungu, sum komu heim úr Danmark, hava borið seg rættiliga skynsamt at. Og tað er eftir mínum tykki ikki har okkara trupulleiki er. Heldur eru tað vaksin fólk, sum ikki taka ávaringarnar í fullum álvara, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tað harmar hann. Tí her stendur nógv uppá spæl.

– Vit hava sent fólk til hús at arbeiða, vit hava avbyrgt nógv fólk í sóttarhaldi fyri at fáa tamarhald á hesari smittuni, sum smittar nógv verri enn flestu aðrar umfarssjúkur, sum vit kenna til. Tí er tað bæði sjálvsøkið og skeivt, um fólk, sum eru sjúk, fara út við tí vanda, at tey smitta onnur. Uppaftur verri er tað, um talan er um vaksin fólk, sum áttu at vita betur, sigur landslæknin.

Framleiðslan má halda fram
Sjálvt um smittuvandin er so stórur, at myndugleikarnir hava sett hámark fyri, hvussu nógv fólk kunnu savnast á hvørjum stað, so hava vit fyritøkur í landinum, sum hava fleiri fólk enn tað í arbeiði.

Hvussu handfara tey hesa avbjóðingina?

– Í grundini er hetta galdandi fyri øll, og tí hava fyritøkurnar gjørt tað, sum tær kunnu fyri at laga framleiðsluna soleiðis, at smittuvandi verður so lítil sum yvirhøvur tilber, greiðir landslæknin frá.

Hetta verður millum annað gjørt við at skipa ymsu vaktirnar soleiðis, at frástøðan millum arbeiðsfólkini heldur seg innanfyri tey mørk, sum myndugleikin ásetur, og at starvsfólkini í teimum steðgum, sum eru í arbeiðsdegnum, halda seg innanfyri ásettu frástøðuna.

– Tey skipa seg so, at smittuvandin verður avmarkaður so nógv sum tilber, og at fyritøkurnar kunnu koyra so væl sum tilber. Vit vita ikki, og fara ikki at seta okkum inn í spurningin um fyritøkurnar sleppa av við vørurnar ella ikki, tað er ikki okkara borð. Vit gera alt fyri at avmarka smittuvandan, eisini á arbeiðsplássunum, tí tað er tað, sum er okkara uppgáva. Men tað sigur seg sjálvt, at hóast at vit ikki taka búskaparlig fyrilit, so er greitt, at fyritøkurnar mugu sleppa at arbeiða, sigur Lars Fodgaard Møller.

Havnin og Klaksvík eru miðdeplarnir
Tað, sum landslæknin kann lesa úr teimum upplýsingum, sum hann hevur fingið um tey smittaðu fólkini er, at tað serliga er galið í teimum báðum stóru býunum.

Tey flestu smittaðu eru í Havn og í Klaksvík, meðan tað hevur borið væl til at avbyrgja smáplássini.

– Ja, tað vísir seg at vera soleiðis, at tey flestu, sum hava fingið koronasmittuna, búgva í Havn og í Klaksvík. Hinvegin hevur tað meira ella minni eydnast okkum at byrgja smáplássini av, og vit vilja fegin hava at tað framhaldandi verður so, sigur Lars Fodgaard Møller.

Eg havi hoyrt okkurt um, at eingin er smittaður í Suðuroy. Er tað rætt?

– Nei, ikki heilt. Tí vit hava nøkur fólk í sóttarhaldi í Suðuroy. So enn vita vit ikki við vissu, um tey bróta út ella ikki. Men tað er kortini eitt sindur rætt, tí enn hava vit (mikudag, blðm.) ongan staðfestan smittaðan í Suðuroy, sigur Lars Fodgaard Møller.

Fyri viku síðan tosaði hann í Dimmalætting um, at tann mátin, sum føroyingar koma saman uppá, kundi gerast ein avbjóðing í sambandi við smittubering, og tá vísti hann millum annað á føðingardagar, kirkjugongd og jarðarferðir sum dømi.

Og tað eru eisini upplýsingar um, at fólk – eftir øllum at døma – eru smittað til okkurt tílíkt tiltak.

– Tað er eisini orsøkin til, at krøvini eru herd, so fólk ikki av ósketni ella óumhugsni bera smittuna víðari til onnur. Tað er so lætt at gloyma, at vit eisini hava eina skyldu at hugsa um okkara medmenniskju, serliga tey veiku í samfelagnum, sigur Lars Fodgaard Møller.

[object Object]
Tað ræður um at drýggja útbreiðsluna av korona-smittuni somikið, at hon ikki fer upp um strikuna á kortinum. Annars verður trýstið á heilsuverkið ov stórt

Haldi tykkum heima
Tí eru boðini frá honum rættiliga einføld og greið.

– Haldið tykkum heima og takið boðini frá myndugleikunum til tykkum, sigur landslæknin í telefonini.

Boðini eru givin fyri at leggja handan vælsignaða demparan á smittubreiðingina, so toppurin í “pandemitalvuni”, sum øll okkara nú ivaleyst kunnu greina í svøvni, ikki kemur fram í okkara lítla samfelag.

– Vit eru so smá og sjúkrahúsverkið hjá okkum er so viðbrekið, at vit mugu gera alt sum stendur í okkara makt fyri at halda talinum av smittaðum niðri, sigur landslæknin.

Tí varð hann glaður, tá hann mikumorgunin fekk boðini um, at “bara” 11 nýggir tilburðir vórðu skrásettir í Føroyum. Tað var minni enn teir báðar dagarnar frammanundan.

– Vit kunnu ikki leggja meira í tað enn tað er, tí tað kann broytast aftur í morgin, men vit kunnu í dag fegnast um, at talið ikki tvífaldaðist í dag. Tað er avgjørt nakað at fegnast um, sigur Lars Fodgaard Møller.

Hann endurtekur boðini til føroyingar um at halda seg heima, og leggur afturat:

– Fylgið við, hvussu tit kenna tykkum. Merkja tit sjúkutekin, verið so heima og setið tykkum í samband við lækna. Farið tá ikki til arbeiðis, tí tað kann vera, at tit eru sjúk og smitta tykkara starvsfelagar, ella uppaftur verri, onkran veikan, sum kann doyggja av at fáa hesa smittuna. Tað mugu vit hava í huga, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður