Mentan

Læknabáturin Medicus og Jógvan í Skálum

Medicus við bryggju í Klaksvík. Hann æt upprunaliga Tordenskjold (Mynd: Eddi Leyni)

Medicus við bryggju í Klaksvík. Hann æt upprunaliga Tordenskjold (Mynd: Eddi Leyni)

2018-10-05 13:03 Author image
Óli Olsen

Herfyri søgdu vit eitt sindur um gamla læknabátin, Reyða Kross, sum nærkast teimum hundrað, og sum undir navninum Toftafossur hoyrir heima í Hósvík. Hesaferð er aftur læknabátur á breddanum – gamli Medicus úr Klaksvík, sum mong framvegis minnast.

Tordenskjold, sum báturin upprunaliga nevndist, var smíðaður í 1925 í Vestmanna og var 15 tons brutto. Hans Pauli Joensen, Hans Pauli á Bø, í Haldarsvík, átti hann, men seldi hann í 1941 til Kjølbro í Klaksvík. Undir navninum Grunningur róði deksbáturin út frá Klaksvík komandi árini.

Í 1953 keypti sjúkrahúsverkið Grunning og læt hann umbyggja til læknabát. Medicus, sum nýggja navnið var, fekk trivaligt ruff smíðað á dekkið við lúku til børuna. Eftir umbygging var Medicus 19 tons brutto. Hann sigldi sjúkrasigling í Norðuroyggjum til 1975, tá ið nýggi Medicus, ið Reinhold Jacobsen smíðaði á Stongunum í Klaksvík, fór at røkja sjúkrasiglingina. Gamli Medicus varð seldur til Havnar, men er ikki til longur.


Jógvan Hansen í Skálum

Tað var vestmenningurin, Jógvan Hansen í Skálum, sum saman við monnum sínum smíðaði Tordenskjold, sum gjørdist læknabátur. Árini, 1917-1933, smíðaðu teir átta motorbátar í Vestmanna, allir óføra snøggir við hóskiligum springi og rundari hekku. Gamli postbáturin Ólavur, sum sigldi rutu um Vestmannasund, er ivaleyst kendasti. Alfred Olsen í Vestmanna hevur átt deksbátin í nógv ár. Ólavur siglir fremstur inn á Vestmanna, tá ið bátastevna er í bygdini.

Deksfarið, Brynhild, sum Jógvan og teir smíðaðu í 1919 til Thomas Jacob Thomsen, keypmann, í Norðragøtu, er eisini til enn. Eftir at hava verið í útlegd í mong ár er hann komin aftur á gamlar gøtur – Norðragøtu. Hann kallast nú Gæsa, verður umvældur frá grundini og settur í upprunastand. Tað er stórarbeiði, men spennandi.

Kortini  er tað sum bedingsmeistari á Tórshavnar Skipasmiðju, at fólk serliga minnast Jógvan í Skálum. Hesin dugnaligi maður, ið hevði lært skipasmíð í Danmark, teknaði fyrstu fimm skipini, ið fóru av bakkastokki í Havn, og gekk á odda at smíða tey fýra. Tá ið seinastu træskipini, Búgvin og Másin stóðu fyri tørni, komu yngri kreftir framat.

Tá ið Jógvan Hansen í Skálum doyði í 1981, skrivaði Poul Mohr, sáli, sjáldan vøkur minningarorð um hann. “Tá ið eg í 1953 kom at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju burturav,” segði Poul, “lærdi eg Jógvan enn betur at kenna, og mátti eg sanna, at væl var valt at fáa hann til samstarvsmann, henda spakføra, evnagóða álitismannin, sum dugdi sítt fák til fulnar.” Og so hetta: “Jógvan var skemtingarsamur maður og hevði lætt til láturs, hevði tey vælsignaðu evnini at síggja tað stuttliga í gerandisdegnum.”

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður