Heimatíðindi

Kyndil fær toppvenjara úr Svøríki

2020-05-13 21:27 Author image
Sveinur Tróndarson

Hesum boðar grøna havnarfelagið frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Dragan Brljevic hevur í nógv ár búð í Svøríki, hagar hann upprunaliga kom sum spælari. Síðan 2010 hevur hann vant LUGI, sum spælir í bestu kvinnudeildini.

Hetta hevur borið ávøkst, tí í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini.

Nýggi venjarin hjá Kyndli hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar, skrivar felagið í tíðindaskrivinum, og hann verður væntandi liðugur sum Master Coach næsta ár.

Dragan Brljevic hevur havt góða ávirkan á sínar leikarar. Tey 10 árini, hann hevur vant LUFI, eru 36 av hansara spælarum komnir á ungdóms- ella A-landslið. Tann kendasta av teimum er ivaleyst Natalie Hagman, sum spældi við LUGI frá 2011 til 2014. Hon hevur í fleiri ár spælt í donsku kappingini og hevur eisini verið eitt legg í rumenskum hondbólti.

Nýggi venjarin gleðir seg at koma til Føroya, skrivar Kyndil í tíðindaskrivinum, har hann verður endurgivin fyri at siga:

- Tað kendist beinanvegin rætt at taka av, tá Kyndil spurdi seg fyri hjá mær. Eyka spennandi og mennandi verður at venja bæði kvinnur og menn. Eg leggi stóran dent á at menna einstaklingin, tí á tann hátt verður hann betri og kennir seg tryggan og sæddan. Við væl mentum einstaklingum verða liðini eisini betri. Eg gleði meg at koma til Føroya at venja Kyndil, sigur Dragan Brljevic.

Í Kyndli fegnast tey eisini:

- Hann er ein kapasitetur av teimum heilt stóru, og kann lyfta okkara spælarar og alt felagið langt framá. Í 10 ár hevur hann verið venjari hjá sama felag í bestu svensku deildini, og tað vísir, at hann er sinnaður at menna einstaklingar og lið við nærlagni og tolni. Vit eru sera spent upp á samstarvið, sigur Maibritt Johannesen, forkvinna í Kyndli.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður