Uttanlands

Frakland favorittur í kvøld

2016-07-10 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir

Alt kann henda í eini finalu, men um vit skulu trúgva veddingarfyritøkunum, so verður tað Frakland, ið verður Evropa meistari í kvøld. 

Eitt yvirlit, sum danska ítróttarsíðan Bold.dk hevur gjørt, vísir at allar veddingarfyritøkurnar hava Frakland sum favoritt til at vinna dystin. 

Líkindini fyri at Frakland vinnur dystin eru mett at vera ímillum 2,04 og 2,10, meðan somu fyritøkur halda, at sannlíkindini fyri at Portugal vinnur eru ímillum 4,20 og 4,45. 

Í meðal vænta fyritøkurnar, at møguleikanir fyri at Frakland vinnur eru 46,2 prosent, ímeðan tað er 22,4 prosent møguleiki fyri, at Portugal vinnur. Møguleikanir fyri javnleiki verða mettir at vera 31,5 prosent. 

Dysturin byrjar klokkan 20.00 og verður spældur á Stade de France í París. 

  

Kelda: 

Bold.dk 
  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður