Uttanlands

Kvinnurnar taka valdið í Etiopia

Nývaldi forsetin í Etiopia, Sahle-Work Zewde (Mynd: CCBY J. Marchand, ITU Pictures)

Nývaldi forsetin í Etiopia, Sahle-Work Zewde (Mynd: CCBY J. Marchand, ITU Pictures)

2018-11-16 09:14 Author image
Quendrim Fazliu og Lív Reynheim

Í 2017 vóru sera fáar etiopiskar kvinnur at síggja í politikki. Eftir søguliga valið í ár, er nógv broytt – og í dag telja tær helvtina av ríkisstjórnini

Søguliga hava etiopiskar kvinnur ikki havt góðar sømdir, men nú tykist vend koma í. Nýggi forsætisráðharrin, Abiy Ahmed, hevur valt kvinnur at umboða helmingina av tingsessunum í Etiopia. Og bert eina viku eftir hetta, setti lóggávutingið sín fyrsta kvinnuliga forseta.

Forsætisráðharrin og stjórnin hava útinnandi valdi, og sostætt er forsetaembætið fyrst og fremst seremonielt. Men symbolikkurin er greiður: ‘Í einum patriarkalskum samfelag sum okkara, kann ein kvinnuligur forseti slóða fyri betri javnrættindum. Og hon kann normalisera, at kvinnur taka stórar almennar avgerðir,’sigur Fitsum Arega, ið er politiskur ráðgevi hjá Abiy Ahmed.

Forsetin er68 ára gamla Sahle-Work Zewde, sum í mong ár hevur starvastsum embætiskvinna og ST-aðalskrivari hjá African Union. Umframt at vera fyrsti kvinnuligi forseti í Etiopia, er hon einasta kvinna á afrikanska meginlandinum, sum er ríkishøvur.

Í eini viðmerking, ið hevur spreitt seg yvir allan heimin gjøgnum sosialu miðlarnar, sigur Zewde:“Um tit halda, at eg havi tosað nógv um kvinnur, so skulu tit vita, at hetta bert er byrjanin.’Harafturat greiðir hon frá, at tað er týdningarmikið at varpa ljós á, at konufólk saktans kunnu røkja valdsmiklar sessir um tær fáa møguleikan.

Og fyri fyrstu ferðí søguni stendur møguleikin opin. Kvinnur hava uppá sera stutta tíð tikið nógvar valdsmiklar sessir. Eitt nú fall valið á 54 ára gomlu Ashenafi til sætið sumhægstarættardómara, stutt eftir at ríkisstjórnin varð sett. Ashenafi er víðagitin millum fólk fyri sítt arbeiði í javnstøðumálum og sum talskvinna fyri konufólkarættindi, bæði í Etiopia og í Afrika sum heild. Nýggi verjumálaráðharrin er eisini konufólk. Og hevur stjórnin stovnað eina serliga stýrisdeild at virka fyri friði millum Etiopia og Eritrea, har enn ein kvinna skal standa á odda fyri fregnartænastuni.

Mismunurin millum kvinnur og menn er enn stórur í landinum og mong eru tey, ið finnast at kvinnunum í etiopisku stjórnini. Men nýggja politiska manningin er eitt tekin um broyting. Og hon birtir vón um eina bjartari framtíð hjá gentubørnum, og leggur lunnar undir eitt meiri javnbýtt samfelag.

HEIMSMÁLINI

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður