Uttanlands

Kvinnur kring heimin mótmæla Trump

Kvinnur kring heimin mótmæla Trump

Mynd: EPA/MIKE NELSON

2018-01-20 21:40 Author image
Alda Nielsdóttir

Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri einari sovendari “Women’s March”.

Í dag er júst eitt ár liðið, síðan Donald Trump gjørdist forseti í USA, tann 20. januar 2017. Dagin eftir gingu fleiri enn 6 milliónir fólk í yvir 600 stórbýum kring heimin og mótmældu nýggja amerikanska forsetan. Orsøkin var nógvu niðursetandi orðingarnar um kvinnur og minnilutabólkar, sum Trump var komin við undir valstríðnum.

Mótmælisgongan í Washington 21. januar í fjør, tann sokallaða "Women’s March", var størsta mótmælisgongan síðan fólk mótmældu Vietnamkríggið í 60unum og 70unum. Uml. ein hálv millión fólk møttu upp til tiltakið at mótmæla .

Aðrastaðni kring heimin varð eisini mótmælt, m.a. í Keypmannahavn, har 5000 kvinnur savnaðust framanfyri amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn, og harfrá gingu tær til Christiansborg.

Í USA og aðrastaðni kring heimin eru nógvar mótmælisgongur í teimum stóru býunum hetta vikuskiftið. Millum býirnar, har skipað verður fyri mótmælisgongu í ár kunnu nevnast Rom, Athen, Wien, Barcelona, París, Stockholm, Oslo, og London.

Í ár verður eingin mótmælisgonga í Keypmannahavn, tí at fyriskipararnir av mótmælisgonguni í fjør ikki ynskja at seta meira fokus á Trump, men heldur vilja savna seg um donsk viðurskifti, skrivar Politiken.

Kelda: Womensmarchglobal.com

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður