Heimatíðindi

370 fraboðanir um sálarligan harðskap í 2018

(Elin Reinert Planck er dagligur leiðari á Kvinnuhúsinum. Savnsmynd.)

(Elin Reinert Planck er dagligur leiðari á Kvinnuhúsinum. Savnsmynd.)

2019-06-28 13:56 Author image
Hergeir Staksberg

Talið á fráboðanum um sálarligan harðskap er nærum tvífaldað seinastu fýra árini, men sjálvt um trupulleikin er vaksandi, so hava vit onga lóg um sálarligan harðskap í Føroyum

Tá Kvinnuhúsið fær 370 fráboðanir um árið, so svarar tað til eina fráboðan um dagin. Hvønn dag - alt árið runt - uppliva kvinnur í Føroyum sálarligan harðskap. Hetta er veruleikin, og tá veruleikin fyrst er komin fram í ljósið, so er ov seint at lata sum luft.

Vit hava hitt Elin Reinert Planck, sum er dagligur leiðari á Kvinnuhúsinum. Hon hevur drúgvar royndir innan sálarligan harðskap, hvat tað ger við eitt menniskja og hvussu vit kunnu loysa trupulleikan.

[object Object]( - harðskapur snýr seg um vald, sigur Elin R. Planck. Mynd: Savnsmynd)


Sálarligur harðskapur

Í apríl mánað samtykti danska fólkatingið eina lóg, sum javnsetur kropsligan harðskap við sálarligan harðskap. Í Føroyum bíða vit framvegis eftir eini lóg um sálarligan harðskap, men hvat er sálarligur harðskapur?

- Vanliga, tá vit hugsa um harðskap, so skal tað helst vera sjónligt. Tildømis eitt blátt eyga ella ein brotin armur, men seinastu árini hevur mann varpað ljós á sálarligan harðskap, greiðir Elin frá.

- Tá vit tosa um kropsligan harðskap, so er sálarligur harðskapur altíð ein partur av harðskapinum. Men mann kann eisini verða úti fyri sálarligum harðskapi, uttan at nakar leggur eina hond á teg. Tildømis kann mann fáa hóttanir, verða niðurgjørdur og avmarkaður, ella makin smildrar alt sundur í heiminum.

- Harðskapur snýr seg um vald, og so skjótt annar parturin í parlagnum hevur valdið, so er ójavnvág. Tann sálarligi harðskapurin byrjar so skjótt, tú verður noyddur at bróta tíni egnu mørk fyri at tillaga teg eitt annað menniskja. Tá tú brýtur tíni egnu mørk, so fer ein mekanisma í gongd, sum ikki er góð fyri ein, greiðir Elin frá.

[object Object](Kvinnur, sum uppliva harðskap eru altíð vælkomnar at venda sær til Kvinnuhúsið, sum heldur til í KFUM bygninginum í Tórshavn. Mynd: Hergeir Staksberg)

Avleiðingar av sálarligum harðskapi
Eyðkennið fyri sálarligan harðskap í parlagi er ein ójavnvág, har annar parturin hevur valdið, meðan hin parturin er uttan vald. Ein ójavnvág, sum kann hava álvarsamar avleiðingar fyri bæði fólk og samfelag.

- Sálarligur harðskapur fer øgiliga illa við einum menniskja. Tíverri hava vit ongar kanningar innan økið í Føroyum, men kanningar í Danmark vísa, at tað er dýrt fyri samfelagið á nógvum ymiskum økjum, greiðir Elin frá.

- Tá mann er útsettur fyri sálarligum harðskapi, so kemur mann oftari í samband við tað almenna. Tildømis er talan um fleiri læknavitjanir í samband við sjúku og innleggingar. Og hetta rakar ikki bara vaksin. Tað rakar eisini børn, sum verða útsett fyri sálarligum harðskapi í teirra heimi, greiðir Elin frá. 

Hvussu er við sosialum og sálarligum avleiðingum?

- Ja, kanningarnar vísa eisini, at tú fært verri samband við arbeiðsmarknaðin, meðan sálarsjúkur sum stress, angist, tunglyndi og PTSD eru vanligar í samband við sálarligan harðskap.

- Hetta er alt ein avleiðing av, at sálarliga trýstið verður so stórt, at bæði sálarheilsan og likamið verða ávirkað, greiðir Elin frá.


Hvat kunnu vit gera?

Elin tosað við nógvar kvinnur gjøgnum árini, ið hava verið útsettar fyri sálarligum harðskapi. Og Elin hevur eisini trý boð uppá, hvussu vit kunnu hjálpa teimum, sum uppliva sálarligan harðskap.

- Fyrsta stigið er, at mann viðurkennur, at sálarligur harðskapur er til. Tað er tað allarfyrsta, og tað byrjar mann so at viðurkenna nú.

- Annað stigið er at seta eina lóg í verk, so vit kunnu verja okkara borgarar móti sálarligum harðskapi. í Danmark kann mann blíva ákærdur fyri at fremja sálarligan harðskap, men tað krevur eisini, at mann kann prógva tað. Og tað kann vera rættiliga torført at prógva sálarligan, harðskap, men her snýr tað seg um at goyma alt slag av samskifti. Tað kann vera sms, teldupostar, facebook boð ella tú hevur upptøkur at vísa á.

- Triðja stigið er, at mann hevur dugnalig fólk til at tosa við tann sum fremur harðskap. Tí hesi fólkini hava ofta nøkur felags trekk. Hjá vanligum fólki kunnu hesi fólkini virka heilt vanlig, tí tey er meistarar í at manipulera, síggja gott út á yvirflatuni og fjala veruleikan. Tí er tað neyðugt við fólki, sum duga at gjøgnumskoða slíkar persónar, so málini verða handfarin rætt, sigur Elin at enda.

Les meir um harðskap móti útlendskum kvinnum og ungum kvinnum HER 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður