Heimatíðindi

Kunnu fáa pengarnar aftur um ferðin er avlýst

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-05-14 11:21 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Ferðafólk sum ferðast við Atlantic hava møguleika fyri at fáa ferðina endurrindaða, men tað er treytað av, at flogferðin er avlýst.

Atlantic flýgur í løtuni bert aftur og fram millum Vágar og Keypmannahavn tríggjar ferðir um vikuna, og hendna flúgving er fyrst og fremst ætlað teimum, sum hava fyri neyðini at flúgva.

Ferðafólk, sum skuldu flúgva við Atlantic hava fingið í bjóða at umbóka ferðaseðilin ókeypis ella at fáa ein tilgóðarseðil fyri ferðina. Hetta hava tey úr at gera við í løtuni, tí talið av ferðaseðlum, sum skulu broytast er túsundavís. Fyrirbils er hetta galdandi fyri ferðir áðrenn 30. Juni, og ivasamt er hvussu verður við flúgvingini aftaná tað, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Tey royna at vísa til umbókin og tilgóðarseðlar, men um tað er, at ferðin er avlýst so hava tey ferðandi rætt til at fáa ferðina endurgoldna, sigur hon. Tað er sera kostnaðarmikið um allar ferðirnar skulu rindast aftur, men tað er ein treytaður møguleiki.

Óvissan elvir til stóra økymlan fyri tey, sum skulu ferðast í juli og í august, tí enn veit eingin hvussu landið liggur tá. Tað merkja tey nógv á teimum, sum ringja inn við spurningum, sigur Jóhanna á Bergi. Teir ferðaseðlanir eru enn ikki avlýstir og tí ber enn ikki til hjá fólki at fáa tær ferðirnar endurgoldnar.

Sum alt annað liggur flogfelagið í eini óvissum um hvat fer at henda aftaná 30. juni. Ísland og onnur norðurlond hava latið upp fyri, at føroyingar kunnu uttan at noyðast í sóttarhald.
Flogfelagið umhugsar møguleikan fyri at byrja flúgvingina aftur til Íslands, men stjórin í Atlantic leggur dent á, at avbjóðingin liggur í, at ferðafólkini, sum koma aftur úr Íslandi skulu í sóttarhald.

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður