Heimatíðindi

Kunnu fáa endurgjald grundað av korona

Mynd: Media Norwegian

Mynd: Media Norwegian

2020-04-22 07:50 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Serstaka koronastøðan kann hava við sær, at føroyingar, sum eru ávirkaðir av húsaganginum í flogferðasamtakinum Norwegian, kunnu fáa endurgjald fyri mistu ferð sína. Orsøkin er avlýsingarskipanin vegna korona.

- Sum høvuðsregla ber ikki til at tryggja seg fyri, at flogfeløg fara á húsagang. men í hesum føri er talan um tvær skaðaorsøkir, sigur Annika á Heygum, skaðastjóri á Betri.

Í vanligum føri er ikki møguligt at tryggjað seg í móti at ferðin verður avlýst vegna húsagang. Men um so er, at ferðin, sum liggur fyri framman, hevði verið avlýst allíkavæl av korona, er møguligt at tryggingin hevði tikið við. Hetta tí, at orsøkin til avlýsingina er ferðastøðan í samband við korona og ikki, at felagið fer á húsagang. Um so er, at støðan í heiminum broytist komandi tíðina, soleiðis at tað gerst møguligt at ferðast millum lond aftur, fevnir tryggingin ikki um tað, at Norwegian er farin á húsagang.

Norwegian boðaði í gjár frá, at fýra av dótturfeløgum teirra vóru farin á húsagang, tvey av teimum hoyrdu heima í Danmark, og tí er ikki óhugsandi, at fleiri føroyingar skuldu flúgva víðari úr Danmark við lágprísaflogfelagnum, og sum hava nú mist sína ferð. Í løtuni er tó sum kunnugt ikki møguligt at ferðast og fólk, sum hava bókað sær ferðir, sum eftir ætlan skuldi verið um hesa tíðinað sleppa tí ikki avstað.

Hetta er ein fløkjutur trupulleiki, sigur Annika á Heygum, men í høvuðsheitum hava tey, sum hava mist sína ferð, rætt til eitt endurgjald móti Norwegian. Hetta kravið eigur at fara víðari til Rejsegarantifonden um tað er, at Norwegian ikki rindar aftur, og avlýsingartryggingin hjá kundum í Betri Trygging tekur um endan og rindar tað, sum tey ikki fáa aftur, sigur hon.

- Um støðan er tann sama um ein mánað, og fólk framvegis ikki sleppa at ferðast, so er líkamikið um flogfelagið er farið á húsagang, tí skaðaorsøkin er framvegis korona, sigur hon.

Støðan verður ein onnur, tá koronaátøkini eru av, og ferðast kann aftur sum vanligt. Tá er talan um eitt felag, sum óansæð orsøk, er farin á húsagang og hetta kemur hvørki undir avlýsingar- ella ferðatrygging.

Annika á Heygum greiðir frá, at føroyskir kundar, sum missa sína ferð hjá Norwegian, hava rætt til endurgjald úr Rejsegarantifonden, av tí at felagið, sum er farið á húsagang, er skrásett í Danmark.

- Undir øllum umstøðum skal ein altíð royna at fáa sína ferð rindaða aftur frá felagnum, har ferðaseðilin er keyptur, og um tað ikki eydnast skal ein royna hjá Rejsegarantifonden. Vit taka um endan og dekka tað, sum ein ikki hevur krav uppá at fáa aðrastaðni, men tað er umráðandi, at ein fyrst og fremst roynir seg á ferðaskrivstovuni ella hjá felagnum, har ferðin er keypt, sigur Annika á Heygum.

Tað hevði verið ein øðrvísi støða, um talan var um eitt føroyskt felag, sum var farið á húsargang, leggur Annika afturat.

- Donsk feløg eru væl tryggjað í, at tey kunnu venda sær til Rejsegarantifonden, men eingin tílík skipan er galdandi í Føroyum. Tí er eingin, sum loftar føroyskum kundum, um hetta skuldi hent her heima. Tað er ein øgiliga keðilig støða og tað hevði verið ynskiligt, um man fekk ein líknandi grunn settan í verk, sum loftaði teimum føroysku kundunum um so var, at tann føroyska ferðavinnan fór á heysin, sigur Annika á Heygum.

Hon heldur, at hetta er serliga neyðugt nú man sær, hvussu ferðavinnan er fyri í løtuni, so at tann føroyski kundin er betur tryggjaður, enn hann er í løtuni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður