Klaksvíkar sjúkrahús fær nútímans vaskarí 

2016-08-19 12:10 Author image
Dimma

- Hetta er ein liður í støðuga arbeiði okkara at akkreditera Klaksvíkar Sjúkrahús sambært altjóða reglum, so vit framhaldandi verða fult á hædd við øll onnur nútímans sjúkrahús.

Soleiðis sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, við Norðlýsið.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur keypt nýggjar maskinur og útgerð til vaskaríið, sum nú verður innrættað og skipað sambært dagførdum krøvum og mannagongdum.

- Tað er umráðandi at dagføra og framtíðartryggja allar partar av virksemi okkara, soleiðis at tænasturnar her á sjúkrahúsinum støðugt eru á fult nøktandi støði. Reinføri hevur alstóran týdning á einum sjúkrahúsi, og her hevur vaskaríið sjálvsagt ein sentralan leiklut, sum verður væl útintur av okkara dugnaligu og royndu starvsfólkum, sigur Súsanna Olsen.

Gomlu maskinurnar vóru farnar at eldast, og tí var ein endurnýgging neyðug. Harumframt skal alt vaskaríið innrættast og skipast av nýggjum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður