Heimatíðindi

Kringvarpið bjóðar útvarpssending út

Kringvarpið bjóðar útvarpssending út

(Savnsmynd: kvf.fo)

2018-05-16 14:11 Author image
Ingi Samuelsen

Sum nakað nýtt er Kringvarp Føroya farið at leggja fram útvarpssending í alment útboð.

Kringvarpið heitir nú at áhugaðar journalistar um at koma við einum boði um hvussu vikuliga sendingin kann leggjast til rættis.

Talan er um eina útvarpssending fríggjadag fyrrapart við arbeiðsheitinum ’Pressan’, sum í ein lítlan tíma einaferð um vikuna í komandi vetrarskrá hjá útvarpinum skal viðgera tíðindaflutning í Føroyum.

Kringvarpið letur 5.000 krónur fyri hvørja sending. Krøvini til tann, ið sleppur at framleiða sendingina er journalistisk útbúgving, minst trý ára royndir á redaksjón, royndir við útvarpsjournalistikki, gott mál og góða útvarpsrødd.

Innihaldið í sendingini verður lýst soleiðis:

”Sendingin skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Stríðið millum journalistar, lobbyistar, spunasmiðir og politikarar um, hvør skal definera veruleikan er harðari enn nakrantíð áður. Lesarar, lurtarar og hyggjarar vera í dag undirdíktir í mótsigandi tíðindum, tíðindaskrivum, facebooknotum og beinleiðissendingum (facebook Live, youtube os.fr.).

Tíðindamiðlar eru regluliga fyri atfinningum – bæði frá øðrum tíðindamiðlum og frá makthavarum, sum við sosialum miðlum í dag kunnu velja journalistar og miðlar frá, tí teir hava fleiri lesarar á egnum profilum enn tíðindaportalar hava.

Verturin á sendingini skal við kønari fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, følsk tíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi.”

Tann, ið hevur áhuga at sleppa at gera sendingina, skal innan 15. juni senda inn eina lýsing av hvussu viðkomandi hugsar sær sendingina lagda til rættis í mun til val av panellutakarum, val av evnum, samstarv við redaktør og leiklutin hjá vertinum.

Kringvarpið veitir tekniska útgerð í sambandi við upptøku og atgongd til savn. Afturfyri tilskilar stovnirin sær eisini rættin til at ”leggja dent á yrkisføri og persónsmensku hjá verti og á veitingartrygd”, sum sagt verður í lýsingini eins og at vraka øll innkomin tilboð.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður