Kjak

Kreppuminkarin ALS

2020-05-28 19:31 Author image
Karin Kjølbro

Nú tað frættist, at grønlendski landskassin er fíggjarliga sperdur vegna koronu, og neyðugt verður at lána 2,5 mia., gjørdist eg forvitin at vita, um teirra støðu annars. Væl veit eg, at tað er so mangt, sum ikki er samanberiligt og tó... sum skilst minka inntøkurnar, tí skattir og avgjøld minka, og útreiðslurnar væntast at vaksa, og tað fer at merkjast bæði hjá landi,  kommunum og vanliga grønlendinginum. Funnist verður m.a. at, at teir hava latið størri kvotur til fiskivinnuna, enn serfrøðingar meta ráðiligt.

Gjørdist bilsin, tá tað vísti seg, at tey onga arbeiðsloysisskipan hava. Grønlendingurin hevur sum heild skyldu til at forsyrgja sær sjálvum. Tó kanst tú við "ófrívilligum arbeiðsloysi"(???) fáa eina lítla almenna veiting, ið verður sett eftir húsaleigu, elnýtslu, vatni og hita (google jan.2020).  Tað snýr seg um donsku forsorgarlógina, ið eisini hevur virkað hjá okkum síðani 60-ini, og her verður avloyst av vælferðarlógini 1. januar komandi.  Sama lóg var eisini brúkt hjá okkum í samband við arbeiðsloysi áðrenn ALS. Danir sjálvir sluppu sær av við forsorgarlógina í 1970-árunum og fingu bistandslógina í staðin. Fyrsti arbeiðsloysiskassin lat upp í Danmark í 1907. Samanumtikið minnir støðan í Grønlandi nú  ikki sørt um okkara støðu undan húsaganginum í 1992.

Niðurstøðan er, at vit mugu vera ovurfegin um okkara ALS-skipan. Politikarar okkara høvdu í hálvthundrað ár ikki viljað hoyrt um eina arbeiðsloysisskipan - tvíhildu um, at vit høvdu onki arbeiðsloysi. Tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum aftur fóru at tosa um eina arbeiðsloysisskipan fyrst í nítiárunum, tóku politikararnir tó undir við teirri treyt, at tað varð teirra egna projekt. Landskassin skuldi ikki uppí, tí hann var so skuldabundin. Umframt m.a. effektivu veðhaldini, húsagang hjá reiðaríum og fiskaloysi, skuldu tey arbeiðsleysu forsyrgjast gjøgnum Almannastovuna. Tann hjálpin til borgarar landsins gav hvørki inntøkur til landskassa ella kommunukassa. - Eisini tí øktust útreiðslurnar sum óløgi, samstundis sum fólk fluttu av landinum í túsundatali. Vit upplivdu størstu kreppu nakrantíð, og arbeiðsloysið var 25%.

Tað eru liðin 28 ár síðani húsagangin í 1992. Vit reistu okkum aftur m.a. við hjálp frá ALS. Í 1993 fingu 4087 fólk útgjald frá ALS. Inngjaldið var 172,7 mió. kr. og útgjaldið 284.4 mió.kr. Hallið var fíggjað við hjálp bæði frá Frítíðargrunni, Samhaldsfasta og Landskassa, og inngjaldið hækkað. Ikki fyrrenn 1997 var ALS sjálvfíggjandi og hevur verið tað síðani. Sammett við forsorgarlógina hevur tað eisini miklan týðning, at tú rindar skatt bæði til kommunu- og landskassan, meðan tú fært útgjald frá ALS.

Nýggj kreppa kom við heimsfíggjarkreppuni  2008-2010.  Føroya Fiskavirking stongdi með alla í 2010, og yvir 700 fólk komu aftrat í ALS. Hetta var eitt stórt bakkast, men ALS kláraði tað.

Við ársbyrjan í ár vóru mong fegin, tí stýrið fyri ALS vildi hækka útgjaldið og minka inngjaldið, tí eginognin nærkaðist milliardini. 

Og so kom triðja kreppan sum eitt omanlop á Grækarismessu í ár. Landsstýrið bað ALS um hjálp til fyrsta kreppupakkan, ið er galdandi til 30. juni. Landsstýrið sjálvt hevur tikið eitt lán uppá hálvaaðru mia. vegna koronu. Samstundis sum vit kunnu fegnast um professionalismu og effektivitet hjá ALS , so vóru mong okkara ikki glað fyri, at ALS skuldi brúkast í hesum høpi, og lógin broytast til endamálið. Hugsaði, at ALS átti at fingið koronahjálparpakkan afturgoldnan frá landskassanum. Við tíðini eri eg komin til ta niðurstøðu, at júst tí, at ALS í síni tíð frá 1992-1996 støðugt fekk hjálp frá so mongum, og tey í dag hava ráð, so er tað í lagi við koronahjálparpakkanum hesaferð, men hetta eigur ikki at gerast  ein vani.

Eftir er, at Tingmannaráð útnorðurs ella arbeiðararørslan bjóða sær til at leggja grønlendingum lag á við eini arbeiðsloysisskipan sum okkara, um tey eru áhugað.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður