Krea yvirtikið heimasíðuveitingina hjá Føroya Tele

2016-07-04 20:23 Author image
Jákup Højgaard

Lýsingarstovan Krea hevur yvirtikið heimasíðuveitingina hjá Føroya Tele.

Lýsingarstovan hýsir longu fleiri enn 50 heimasíðum og skal nú eisini taka sær av teimum umleið 100 heimasíðunum, sum Føroya Tele hevur hýst. 

Føroya Tele byraði at hýsa heimasíðum í 2007, men hetta hevur ongantíð verið eitt kjarnuøki hjá fyritøkuni og tí varð avgjørt at selja tænastuna. Ein av fremstu treytunum hjá Føroya Tele var, at keyparin hevðu royndir við hýsing og har varð Krea mett at lúka ásettu krøvini.

Krea hevur hýst heimasíður síðan 2003 og hýsir í dag fleiri enn 50 heimasíðum. Reimund Langgaard stjóri á Krea fegnast um keypi. Fyritøkan er nógv vaksin seinasta árið og er tí tilreiðar at taka á seg nógv meira virksemi, verður sagt í tíðindaskrivi. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður