Heimatíðindi

Krabbagogga ella luksusturistur – báðir hava virði

2018-05-27 18:30 Author image
Ingi Samuelsen

Hvør hevur størri virði – krabbagoggan ella luksusturisturin? Hetta er ein av áhugaverdu spurningunum, sum varð viðgjørdur á ráðstevnuni um burðadygga ferðavinnu, sum varð hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum í farnu viku.

Svarið er ikki so einfalt, tí fram komu grundgevingar frá báðum síðum.

- Ein ’backpacker’ sum forelskar seg í Føroyum og leggur myndir út á Instagram, kann vísa seg at gerast ein so góður ambassadørur fyri landið, at hann – tá samanum kemur – er nógvar ferðir virðismiklari enn ein amerikanari, sum kemur og brúkar hópin av pengum í tríggjar dagar.

Soleiðis segði til dømis Ketill Berg Magnússon frá íslendska felagsskapinum Festa. Hann mælti til ikki at undirmeta týdningin av ungum fólkum, sum koma við ryggsekkum uttan at brúka nógvar pengar, men hinvegin taka hópin av myndum, sum tey leggja á Instagram og aðra staðir á internetinum og reklamera fyri Føroyum.

- Tí tey leggja myndir út og fortelja um upplivingarnar, óansæð um tit taka væl ella illa ímóti teimum.

Danin Karl Granov frá felagnum Balder, ið selir upplivingar í og kring Keypmannahavn til rík ferðafólk, hevði heilt øvugta áskoðan.

- Tá 10 ríkir amerikanarar kunnu leggja líka nógvar pengar eftir seg, sum 100 týskarar, so er einki at ivast í, at eg hevði satsað upp á amerikanararnar, segði hann.

Hann nevndi týskarar sum dømi upp á ferðafólk, sum síggjast á vesturstrond Jútlands. Týska familjan, sum kemur úr Hamburg við fullum bili av mati er dømið, sum ofta verður tikið fram í Danmark um tað slagið av ferðafólkum, sum ikki leggja pengar eftir seg, annað enn leiguna av summarhúsinum.

- Hetta slagið av ferðafólki brúkar ikki lokalu tilboðini, og geva sostatt einki aftur til økið, tey ferðast í, var niðurstøðan hjá Karl Granov.

Latið cruise-skipini sigla sín egna sjógv
Hann hevði eisini ein annan boðskap, sum kanska var enn meira bombastiskur, men sum tyktist at vinna frama, jú oftari boðskapurin varð endurtikin.

- Droppið cruise-skipini. Latið tey sigla sín egna sjógv!

Uppáhaldið hjá Granov er, at ferðavinnan ongan ágóða av týdningi fær frá turistunum, sum koma við stóru skipunum.

- Tað eru bert havnarmyndugleikarnir og nakrir fáir túroperatørar, sum vinna upp á hesi ferðafólk. Ferðamannavinnan í síni heild fær nógv meira burtur úr ferðafólki, sum koma til Føroya, tí tey hava valt Føroyar, og sum rinda fyri at búgva og eta her. Tað gera cruiseturistarnir ikki.

Av teimum áleið 100.000 fremmandu ferðafólkunum, sum árliga vitja Føroyar, er umleið helmingurin sokallaðir cruiseturistar.


(Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður