Korona: Tveir nýggir tilburðir

2020-04-06 07:44 Author image
Sveinur Tróndarson

Føroysku korona-tølini eru framvegis lág.

Eftir dagin í gjár, har eingin nýggjur tilburður varð staðfestur, var spenningur í morgun um tað fór at eydnast at halda vøkstrinum heilt burtur, men akkurát har til eru vit ikki komin enn.

Tí kundi landslæknin í morgun boða frá, at tveir nýggir tilburðir av COVID-19 vóru staðfestir í gjár.

Tað vil siga, at tað nú eru staðfestir 183 tilburðir í Føroyum.

Hetta talið plaserar okkum framvegis høgt á listanum, tá sjúkan verður uppgjørd í mun til fólkatalið, men tað talið einsamalt gevur ikki røttu myndina av korona-støðuni í Føroyum.

Sum viðhefta myndin vísir, hevur tað eydnast heilsumyndugleikunum at fáa tamarhald á vøkstrinum, og tíbetur eru vit spard fyri at nakar er deyður av sjúkuni - ella við henni.

Sum skilst hava nøkur fólk verið innløgd á sjúkrahúsið, tó uttan at støðan hevur verið kritisk. Og tað er í øllum førum gott.

Nýggju tølini byggja á 4.934 kanningar. Tað vil siga, at 44 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tað er væl færri enn aðrar dagar. Men talið av kanningum merkir, at nú eru næstan 10 prosent av fólkinum kannað.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður