Heimatíðindi

Korona leiðbeining til sjófólk

Savnsmynd

Savnsmynd

2020-03-17 15:37 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Sjófólk eru í serstøðu, tí tey starvast saman leingi í senn á avmarkaðum plássi. Tí er umráðandi, fyri at minka um sannlíkindini fyri smittu umborð, at somu atlit til reinføri verða tikin umborð, stendur at lesa á heimasíðuni.

Á teimum stóru førunum t.d. fraktskipum ber til at skipa seg við frástøðu bæði á brúnni, í maskinuni og í messuni, men á einum lítlum fiskiskipi, har lutfalsliga nógvir menn arbeiða har trongt er, kann hetta vera trupult.

Ráðini fyri at minka um sannlíkindini fyri smittu, eru grundleggjandi tað sama sum í landi. Hetta er gott handreinføri við sápu og um møguligt eisini við spritti, halda frástøðu har tilber og at desinfisera lutir við spritti, sum menn nerta við eftir vaktarskifti, stendur í leiðbeiningini. Annar møguleiki er eisni at vera í einnýtishanskum.

Meginreglan fyri myndstring er, at um landslæknin hevur mett at persónur, sum hevur verið í samband við smittaðan persón á landi, ikki skal í sóttarhald so kann viðkomandi mynstra. Persónur, sum gerst sjúkur umborð og hevur sjúkueyðkenni uppá krím, eigur í tann mun tað ber til at vera avbyrgdur, at halda seg í sínari kahútt og fáa matin bornan. Hetta fyri at ikki fleiri gerast sjúk í senn, meðan skipið er til havs.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður