Heimatíðindi

Korona: Eingin nýggjur tilburður

2020-04-08 08:06 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Nú byrjar veruliga at ganga rætta vegin, tá tað snýr seg um korona-smittuna.

Tað sæst á tølunum, sum Heilsumálaráðið sendir út frá landslæknawmbætinum, tá kanningartølini fyri dagin fyri eru klár. 

Tølini fyri nýggjar tilburðar hava verið munandi lág hesa vikuna og kundi er boða frá, at eingin nýggjur tilburður av COVID-19 er skrásettur seinasta samdøgrið.

Tað vil siga, at samlaða talið av smittaðum í Føroyum framvegis er 184

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5153 kanningarúrslit.

Talið av teimum, sum eru blivin frísk er nú 131. Seks fólk afturat eru hetta seinasta samdøgrið blivin frísk aftur, og tað vil siga, at talið av teimum, sum eru aktiv, nú er niðri á 82.

Í løtuni eru 131 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.

Ein persónur eru innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður